Ítróttarhøllin á Sandi liðug í summar

Byggingin av ítróttarhøll við Meginskúlan á Sandi er komin har til, at høllin er innilokað, og innleggingar-og múraraarbeiði er í gongd.

Sambært Landsverki, sum er byggiharri, stendur høllin, ið kemur at kosta umleið 27 miljónir krónur, liðug í summar.

Tað er Mentamálaráðið, sum er arbeiðsánari, og tekniskur ráðgevi er Selmar Nielsen, arkitektur.

P/F Articon syrgdi fyri byggibúningini, og tað er Sp/f TG-Verk, ið stendur fyri byggiarbeiðnum, og sær til hjálpar hava teir fleiri undirveitarar.