Ferðslan plagar fyrst at taka dik á seg, tá ið Varðin Pelagic byrjar aftur, men hesar seinastu dagarnir hevur Tvøroyrar Havn tikið ímóti heilt fitt av skipum.
Sunnudagin legði íslendska nótaskipið Børkur at Tvørakei – tað sama gjørdi Christian í Grótinum. Bæði skipini komu inn at bunkra olju og gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, áðrenn leiðin gekk út á svartkjaftafeltið, sum í løtuni liggur eystanfyri Føroyar.
Sama dag legði Róland, hjá Bakkafrosti, at, og í gjár vitjaði íslendska nótaskipið Jón Kjartansson og Joseph Roty 2, ið er skrásettur í Hollandi, men hevur franskar eigarar. Joseph Roty fiskar eisini svartkjaft, men framleiðir harafturat surimi umborð.
Sambært Chris Jan Michelsen, Tvøroyrar Havn, so eru skipini komin suður at bunkra, tí at oljugoymslan norðanfyri í løtuni er í minna lagið. Talið av bíløgdum oljuveitingum er vaksið brádliga, nú svartkjaftafiskiskapurin hevur tikið seg upp og saman við einum hægri oljuprísi í Íslandi, eru væl fleiri skip enn vanligt, ið bunkra olju.
Havnarlagið á Drelnesi, ið áður var meira friðarligt á at líta, surrar nú av lívi. Articon er í ferð við at seta stóra betongblandistøð upp, har fundamentini til vindmyllurnar í Porkerishaganum skulu stoypast. Tvøroyrar kommuna og landsverk skrivaðu herfyri undir samstarvssáttmála, ið inniber, at 30.000 tons av gróti skuldi flytast frá Skørðunum í Porkeri til Drelnesar og um bryggjukantin har, beinleiðis til liðugtgerðina av Eysturoyartunlinum.
Grótbáturin “Havfrakt” er hesa tíðina fastur gestur á Drelnesi og lastbilar koyra til og frá í pendulfarti, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.