vera at gera flogvallarlíkindini í Føroyum altjóða kappingarfør, og kanska eitt sindur afturat, ella tað kann vera at leggja 10 Gigabyte fipurkaðal inn í hvørt hús í Føroyum. Á sama hátt sum við SEV og T [...] íløgur neyðugar í okkara alheimsgerð. (At leggja henda pening í ein búskapargrunn er í roynd og veru tað minst gagnliga fyri samfelagið og er ein háð ímóti Føroya fólki. Ongin framburður liggur í niðurgrivnum [...] sett í hægri virði (prís) enn 300.000 og í Havn ikki hægri enn 500.000 kr. At tey – bygd fyri 1,2 mió. kr. og meira – stóðu sum trygd fyri lánum upp á 7-800 tús. kr., minkaði so nógv um aktivini í bankanum
mælir til, at fundur verður fingin í lag sum skjótast, sum skal viðgera ymisk ávís evni í hesum sambandi. Nevnt er í skrivinum, at vinnan vil vita meira um aktivitetin í ár, og hvat ætlandi fer at henda [...] Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at fiskivinnan eigur at verða tikin í størri álvara, enn tað hevur víst seg í hesum máli. Jákup Sólstein sigur, at Føroya Reiðarafelag fegið vil hava ein dialog í gongd [...] formaður í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna, sigur, at fyrr hevur hetta óskilið verið avmarkað til styttri tíðarskeið. Men í ár hevur verið heilt galið. Nú hava teir ligið og larmað alt summarið. Í bestu
tematónleikin í stórfilmum sum "Star Wars “Return of the Jedi”, "The River” og “Dirty Dancing.” Paul Leim er einasti av amerikansku tónleikarunum, sum hevur verið í Føroyum áður. Hetta var í 2006, tá hann [...] vitja í Føroyum. Hetta kemst fyrst og fremst av, at hann var ein av stovnarunum av superbólkinum Toto og spældi við á fýra teimum fyrstu útgávunum. Í 1980 flutti David Hungate til Nashville og í 1982 fór [...] Hayne, Jery Douglas, Don Rigsby og Bobby Hicks. Í 1999 valdi Bryan Sutton at gevast í Kentucky Thunder og satsaði upp á at gerast studiotónleikari fulla tíð. Í dag er hann nógv umbiðin og hansara eyðkenda
Eldradagur í Skopun 8. juli 2000 - seinni partur (fyrri partur var prentaður í blaðnum mikudagin) Góðu pensjonistar Samhaldsfasti Vit í Javnaðarflokkinum hava nú í nógv ár mælt til, at vit í staðin styrkja [...] um mánaðin. V. ø. o. fáa vit politiska undirtøku t.d. í einari nýggjari samgongu fyri hesi útbygging, so vil ein stakur pensionistur í Føroyum í ár 2012 fáa góðar 14.000 kr. um mánaðin við samhaldsfasta [...] ið gjørt verður. Og í kjalarvørrinum kemur so eisini ynski um, at vit í størst møguligan mun skulu privatisera alt tað, sum kann privatiserast. Og í londum rundan um okkum eitt nú í Danmark, har hevur man
lógligt at søkja at samkyntum. Amnesty: ”Føroyar koma á svartalistan úti í heimi”, vørur úr Føroyum boykottast, og í tíðindasendingini í danska sjónvarpinum. Hví er umrøddi bólkur so nógv umtalaður? Eru tað [...] at verjast móti øllum slagi av harðskapi í hvørjum líki, hann so enn verður gjørdur alment ella í stillum”. Fyribyrgjan av harðskapi Hvussu koma vit til kjarnina í einum harðskapsmáli við røttum hugburði [...] heilnama mentan fyri okkum øll í hesum lítla landi? Oddagreinin hjá Jan Müller í Sosialinum, skrivað tann 6. oktober, er stak góð og áhugaverd, hon nemur júst við sjálva kjarnina í hesum og líknandi viðkvæmum
r og tílíkt í ymiskum sniðum. Hestavognurin er ikki meira enn gott og væl 100 ára gamal í Føroyum. Meinhard hjá Bil Óla nevnir einastaðni, at bóndin Júst á Húsum skuldi vera tann fyrsti í Havnini sum hevði [...] mett sum ein onnur heilag kúgv fyri tey flestu. Í komandi ári kann Ford fyritøkan halda hundrað ára dagin fyri síni bilaframleiðslu, og her heima í Føroyum minnast vit áttati ára dagin, har fyrsti bilurin [...] sambandi kann viðmerkjast, at í fjør lat Ford verksmiðjan 2. ættarlið av Mondeo bilinum. Hin fyrri, ið kom í 1992, var tá sera framkomin bilur við lítlum útláti í mun til aðrar. Men menningin innan hetta økið
føroyingum. Og nú biður formaðurin í javnaðarflokkinum beinleiðis donsku stjórnina um at leggja seg út í føroyska orðaskiftið. 17. So skulu vit hava breiðar semjur í Føroyum. So fer formaður javnaðarfloksins [...] týdningarmikið at kaffifundirnir vóru í trúnaði og onki varð sagt fyri ikki at órógva politisku prosessina. So var tað øgiliga neyðugt, at viðgerðin í uttanlandsnevndini ikki var í trúnaði. 14. So søgdu tey, at [...] tey tá finna, ið er avgerandi. Segði nakar, at semja skuldi finnast? 26. Í faldara floksins varð sagt, at evsta vald í Føroyum skuldi liggja hjá Føroya Løgtingi, at Føroyar og Danmark skulu gera ein s
seg nevnliga, at útlendingarnir í Tórshavn Open, feb. anno 1997, fingu sømdir, sum teir ikki fáa í samband við líknandi kappingar. Men við føringunum var sum vanligt: Alt í síðstu løtu. Tí seti eg her nakrar [...] heldur ikki við! Eg prátaði við danska altjóða meistaran Carsten Høi í maj, úti í Brønshøj. Hann segði fyri mær, at hann var bjóðaður í nov. 96. Hann skuldi gjalda 2000 kr. Fyri tað fekk hann ferð aftur [...] prioriterað sum ífyllað. Eg fekk frænir um hetta tá ið eg í december bleiv ringdur upp av Jákupi (Bigga) Mikkelsen. Hann segði at tað var ein kapping í Íslandi áðrenn jól, og spurdi um eg var áhugaður at fara
føroyingar hava ómetaliga ilt við at góðtaka, at vanligur blíðskapur nú skal metast í krónum og oyrum. Í sjónarmiði í Føringinum nr. 17 spyr Rakel Helmsdal meg, um føroyingar skulu taka pengar fyri blíðskap [...] tað út sum, at greinskrivarin kanska blandar tvey fyribrigdi saman. Í greinini í Dimmlætting heitti eg á teir føroyingar, sum eru í ferðavinnuni, um at minnast til at taka pengar fyri tær tænastur, sum [...] sum eitt ítriv. Tað er nevniliga í tí spurninginum, at vit finna hóttanina mótvegis teimum góðu inntøkumøguleikunum, sum standa føroyingum innan ferðavinnuna í boði. Í spurninginum er eisini keldan til
og frí søla av rúsdrekka frammi. Føroyingar standa í stað, og teir koma bara ikki víðari. Spurningurin er: Hvør steðgar teimum? Er demokrati í Føroyum? Eg setti mær ofta henda spurning tá eg var heima, [...] ofta bæði vavd saman í eitt. Eg fái kuldaskjálvta tá eg hoyri og síggi hesar fundamentalistar sita og ráa í landinum, og fólkinum, og minnir ikki stórt um annað enn tað vit sita í Danmark. Alt ov ofta [...] onkur í hásætinum sum ikki hevur lisið Bíbliuna nóg væl, og hevur misskilt tað at verða menniskja við eini kristnari trúgv. Vit eru menniskju, og í kraft av at vit eru menniskju, eru vit syndarar. Í Guds