Styggja bæði fisk og fólk

Tað er ein sovorðin larmur av skjótingini, sum seismikskipini hava fyri, at fiskurin stingur av og kemur ikki aftur á grunnarnar í fleiri dagar

Útróðrarmenn sunnan fyri eru rættiliga argir inn á hesi skipini, sum liggja og skjóta seismik undir Føroyum. Tey larma so illa, at tey forskrekkja fiskin frá »sans og samling«, sum tikið verður til. Og tað tekur nógvar dagar frá tí, seismikskipið hevur verið á leiðini, til nakað fiskabein fæst aftur at bíta, sigur Martin Strøm, sum er formaður í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna.

Tað er so eitt, at fiskurin rýmir. Men tað, sum kanska verri er, er at menn noyðast at brúka fleiri dagar til onga nyttu, tí teir vita ikki, hvar hesi skipini liggja og forstýra allan fiskin, sigur Martin Strøm.

Úrslitið er, at menn fara aðrastaðni við bátum sínum. Fleiri eru leitaðir norður um Fjørðin, sigur Martin Strøm, sum sjálvur ætlar sær í Vágarnar við sínum báti at rógva út.

Hann vísir á, at tað er ov vánaligt, at ikki einhvør fráboðanarskipan er, sum sigur útróðrarmonnunum frá, hvar seismikskipini eru. So kundu teir hildið seg til tað og farið aðrastaðni enn beint har, hetta óljóðið er.

Sum er kann ein væl koma út fyri, at best sum ein liggur í kenni, kemur seismikskipið larmandi langt burturi, og við tað sama stingur fiskurin av.

»So liggur tú har og hevur brúkt ein heilan fiskidag og kanska bara fingið eini hundrað- tveyhundrað pund.«


Fáa boð

Vaktrar- og Bjargingartænastan sigur, at seismikskipini hava skyldu at boða frá, hvar tey eru. Og tað gera tey eisini hvønn dag.

Føroyskir eygleiðarar eru umborð á teimum seismikskipum, sum arbeiða undir Føroyum. Tað er fólk frá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Og teir geva fráboðanir um, hvar skipini eru stødd.

So, um útróðrarmenn hava hug at vita, hvar hesi skipini eru, og hvar tað loysir seg hjá teimum sjálvum at fara, kunnu teir bara ringja til okkum, verður sagt av Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Martin Strøm, formaður í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna, sigur, at tað átti at verið skylda hjá skipunum at boða frá í góðari tíð framman undan, hvar tey fara at arbeiða.

Til hetta verður sagt av Vaktar- og Bjargingartænastuni, at tað gera tey eisini. Men økini, tey arbeiða á, eru rættiliga stór, og veður og vindur avgera rættiliga nógv, hvar arbeiðast kann. So tað kann vera eitt sindur ringt viðhvørt at siga, hvar skipini eru.

Men annars, verður sagt av Vaktar- og Bjargingartænastuni, eru tað ikki bara seismikskipini, sum hava skyldina, tá manglandi samskifti er. Føroyingar eru herviligir til ikki at svara, tá rópt verður á teir. Hvør grundin til hetta er, er ilt at siga, men teir svara ikki, sigur Vaktar- og Bjargingartænastan.


Alt summarið

Martin Strøm, formaður í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna, sigur, at fyrr hevur hetta óskilið verið avmarkað til styttri tíðarskeið.

Men í ár hevur verið heilt galið. Nú hava teir ligið og larmað alt summarið. Í bestu fiskitíð hjá smáu bátunum hava teir dundrað um allan grunnin sunnanfyri, soleiðis at bátar als ikki hava fingið roynt á vanligum summarfiskileiðum.

Vaktar- og Bjargingartænastan váttar, at seismikskipini hava arbeitt í føroyskum sjógvi síðan mai mánaða, men upplýsir, at tey nú skjótt noyðast at gevast fyri veður.

Skipini hava verið suður móti markinum og suður av Munkagrunninum. Eisini eru tey komin upp móti kantinum á Bankanum. Og har hava tey órógvað nakað, sigur Vaktar- og Bjargingartænastan, sum hevur fingið onkrar klagur um hetta.


Menn rýma

Formaðurin í Landsfelag vinnurekandi útróðrarmanna, Martin Strøm, sigur frá báti, sum lá á Sumbiargrynnuni, tá eitt av seismikskipunum kom framvið.

Hóast hann lá í hampiligum kenni, var sum knívskorið, fyrsta seismikskipið kom í námind. Og hetta er tað vanliga.

»Tað kemur ikki fyri, at tú fært ein rakstur og kanst liggja í tímar, sum til bar fyrr,« sigur Martin Strøm.

Hann sigur, at einki er at gera hjá monnum sunnanfyri annað enn at rýma.

Hóast ringast hevur verið statt suðuri á landi, er ikki sørt, sigur hann, at bæði sandingar og vágamenn hava verið órógvaðir. Tó ætlar hann sær sjálvur at fara til Sørvágs at rógva út. Har er ivaleyst frægari enn í Vági kortini.

Og tað hevur so aftur við sær, at arbeiði minkar har suðuri. Til dømis verður allur útróðrarfiskurin, sum uppboðssølan fekk, burtur.

Martin Strøm sigur, at nú er tíð uppá, at fiskivinnan verður tikin fyri fult og sleppur at vera við í øllum hesum oljufyrireikingunum.

Tí fiskivinnan er hóast alt ein varandi vinna, sum vit noyðast at liva av, bæði um vit fáa eina oljuvinnu og eisini aftan á, at oljan er uppi.

Og oljan endurnýggjar ikki seg sjálva á sama hátt, sum fiskurin ger.


Eisini reiðararnir

Eisini Føroya Reiðarafelag hevur gjørt vart við, at fiskivinnan eigur at verða tikin við upp á ráð, tá fyrireikingarnar til seismikskjóting verða gjørdar.

Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, sigur, at felagið hevur skrivað til Oljufyrisitingina og boðað frá hesum.

Føroya Reiðarafelag sóknast eftir einum samstarvi millum avvarðandi partar, so sum oljumyndugleikarnar, fiskivinnuna og fiskifrøðingarnar. Og felagið mælir til, at fundur verður fingin í lag sum skjótast, sum skal viðgera ymisk ávís evni í hesum sambandi.

Nevnt er í skrivinum, at vinnan vil vita meira um aktivitetin í ár, og hvat ætlandi fer at henda komandi summar.

Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at fiskivinnan eigur at verða tikin í størri álvara, enn tað hevur víst seg í hesum máli.

Jákup Sólstein sigur, at Føroya Reiðarafelag fegið vil hava ein dialog í gongd millum oljumyndugleikarnar og fiskivinnuna.

Reiðarafelagið er als ikki í móti oljuvinnuni. Verri enn so, sigur Jákup Sólstein. Men hann vísir á, at tað tykist, sum fiskiskipini verða troðkaði eitt sindur á teimum leiðum, har seismikskipini koma.

Sum dømi nevnir hann, at kemur eitt seismikskip inn á øki, har fiskiskip eru frammanundan, verða hesi biðin um at flyta seg, so tey ikki órógva skjótingina.

Men seismikskipini órógva fiskiskapin, vísir Jákup Sólstein á, og sigur, at teir hava frætt frá bæði trolarum og snelluskipum, sum siga, at skjótingin styggir.

Serliga er tað upsin, sum stendur rættiliga koncentreraður, ið stingur av.

Men eisini aðrir hava sagt frá, sigur hann. Til dømis siga svartkalvaskipini frá sama mynstri.

Jákup Sólstein sigur, at Føroya Reiðarafelag hevur fingið rættiliga umfatandi tilfar, sum norðmenn hava gjørt um árinini, oljuvinnan hevur á fiskivinnuna.

Har verður týðuliga ávíst, at fiskur rýmir undan larminum.

Tað er tó helst ikki so, at hann verður burtur fyri well, kortini. Men tað kunnu ganga fleiri dagar, til hann savnast aftur.

Men nú má ansast eitt sindur eftir, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum. Fyrr hava teir skotið suður móti Hetlandsmarkinum, men nú skilst, sigur hann, at teir nærkast álvarsliga 12 fjórðingamarkinum og eisini onkuntíð koma innum.

Og tá eru vit á leiðum, har smábatarnir royna.

Tað er Oljufyrisitingin, sum umsitir seismikloyvini.

Roynt hevur verið at fingið viðmerkingar haðani, men tey, sum hava ábyrgdina av hesum, eru stødd á oljumessu í Aberdeen.