Tryggleikin á gamalsaldri

? Eg ynski, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd, segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins m. a. tá Eldradagar vóru í Skopun 8. juli

Eldradagur í Skopun 8. juli 2000 - fyrri partur


Góðu pensjonistar


Eg vil leggja fyri við at takka fyri møguleikan at flyta fram eina røðu á hesum eldradegnum í Skopun. Sjálvur var eg sum landsstýrismaður við til at fyriskipa teir fyrstu eldradagarnar 27. og 28. nov. í 1993. Vit brúktu tá sloganið ?Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu?, og ein vøkur plakat varð gjørd til tiltakið. Tí er tað gleðiligt at síggja, at hetta er eittt tiltak, sum er komið fyri at verða.

Eg vil í hesu røðu míni tosa eitt sindur um eldrapolitikk í breiðum týdningi, og hvussu hesin eigur at verða fyriskipaður í framtíðini. Her verður serliga lagdur dentur á tey bæði økini pensjónir og heimarøkt.


Eru tit gomul elle eldri?

Fyrst nakrar hugleiðingar um hetta at gerast gamal ella at gerast eldri. Forrestin eru tit gomul, ella eru tit eldri? Eitur tað at gerast gamal, ella eitur tað at gerast eldri? Eg kenni ikki beinleiðis orsøkina, men orðið eldri verður gjarna brúkt, tí vit halda, at orðið gamal onkursvegna er meira niðursetandi. Orðið eldri klingar positivt, meðan orðið gamal klingar heldur negativt. Ein eldri maður er yngri enn ein gamal maður. Skulu vit vera kurteislig, so siga vit ikki við eina konu, at nú et tú vorðin gomul, men vit siga, nú ert tú vorðin eldri.

Men hin vegin so brúka vit orðið gamal í so nógvum høpum. Vit siga, at drongurtin er 5 ára gamal, hóast hann so avgjørt ikki er gamal. Vit siga, at vit fara í gamlamannadans, hóat dansifólkið er i 30 og 40 árunum. Vit fara ikki í eldramannadans. Vit siga ?hygg hasin gamli?, tá vit vilja undirstrika, at viðkomandi hevur gjørt eitt avrik. Vit siga ?gamal í garði?, tá onkur hevur drúgvar royndir.

Tí kann tað tykjast eitt sindur undrunnarvert, at orðið gamal ikki verður brúkt um tey gomlu, men heldur orðið eldri. Uttan iva er tað tí, at tað eru tey gomlu, sum síggja illa, hoyra illa, eru illa gongd, minnast illa, meðan tey eldru tykjast vera uttan øll hesi brekini, sum náttúrliga koma við árunum.

Men tað er í sjálvum sær eitt privilegium at gerast gamal. Men tú verður ikki gamal, fyrr enn tú fyrst hevur verið ungur og hevur livað tíni mandómsár. Tú gerst fyrst gamal, tá arbeiðsdagurin er farin at halla. Tað gerst eitt privilgium, tá hugsað verður um øll tey, sum ongantíð náddu so langt.

Og tey gomlu eru ein virðismikil ogn hjá samfelagnum. Tey gomlu hava virðir, sum eingin annar hevur. Virðir, sum bert fáast eftir eitt langt lív. Tað finst nevniliga ein heilur lærdómur, sum bert kann nemast gjøgnum lívsroyndir. Tí hava tey gomlu nakað at geva, sum eingin annar hevur. Tí er tað skeivt av samfelagnum ikki at gera brúk av hesum virðum, og tí er tað er eitt sindur láturligt at krógva seg undir, at ein ikki er gamal, men bert eldri.

Eitt er tó vist, og tað er, at øll vilja vit gerast gomul, serliga tá vit hugsa um, hvat alternativið til at gerast gamal er ? meðan tey fæstu vilja kennast við, at tey nú eru gomul.

Men hvør er skommin av at gerast gamal? Er tað ikki ein líka náttúrligur partur av lívinum at vera gamal sum at vera ungur? Er tað ikki veruliga eitt priviligium at gerast gamal? Og gerast vit ikki gomul, hvat er so?


Kollveltingin í

60 og 70 árunum

Gamla samfelagsmynstrið broyttist í Føroyum í 60 og 70 árunum. Vit fingu tá tað, vit kunnu kalla ta sosialu kollveltingina hjá kvinnunum. Har gamla mynstrið var, at mammam var heima saman við børnum og teimum gomlu, so gjørdist mamman nú aktivur partur av arbeiðsmarknaðinum. Hetta var avgjørt positivt og neyðugt, men tað førdi við sær, at ættarliðini nú mistu tað tætta sambandið við hvønn annan. Børnini fóru í vøggustovu og í barnagarð fyri síðan at fara í skúla, og eingin var heima at taka sær av teimum gomlu, og vit fingu ellis- og røktarheim, eldrasambýlir og heimahjálp. Knappliga kendu vit ikki hitan so flógvan frá hondunum, ið sleptu.

Tað viðkomandi gjørdist meira óviðkomandi. Ættarliðini stóðu ikki meira lið um lið, men gjørdist meira sjálvstøðugar eindir.

Men samstundis sum samfelagið gjørdi krav upp á kvinnurnar á arbeiðsmarknaðinum, so førdi henda kollvelting eisini til, at samfelagið mátti átaka sær tær uppgávurnar, sum fyrr lógu hjá einstøku familjunum. Hetta kravdi so umframt pengar eisini økt krav serligari eftir kvinnuligari arbeiðsmegi.


Pensjónsbumban?

Dagliga hoyra vit um, at tað liggur ein tikkandi bumba undir samfelagnum, tí um ikki so nógv ár, so verður talið av gomlum so høgt, at tað verður ein ólyftandi byrða fyri alt samfelagið og tá serliga tey, sum eru í vinnuførum aldri.

Man tosar í fullum álvara um eina pensjónsbumbu, sum um talan var um eina katastrofu, sum kann raka okkum. Hetta er átaluvert og tos, sum ikki hoyrir einum nútímans samfelagi til. Mannminkandi og ómenniskjansligt, tað er, hvat tað er. Vit hoyra politkkikkarar í dag, sum siga, at nú mugu vit loysa pensjonistaspurningin, tí annars brennur alt samfelagið saman um nøkur ár.

Um eitt vaksandi tal av pensjonistum kann kallast ein katastrofa, so má eitt vaksandi barnatal eisini kunnu kallast ein katastrofa, og tað er tað so avgjørt ikki. Hetta er púra burturvið, tí samfelagið eru vit øll frá vøggu í grøv. Man kann ikki í álvara tosa um, at ein bólkur hóttir ein annan, tí so eru vit skjótt komin har til, at nakrir borgarar hava meira virði enn aðrir, og tað má for Guðs skyld ikki kunna sigast um okkara samfelag.

Og tað er lítið virðiligt fyri tey, sum hava lagt lunnar undir okkara samfelag, at tey skulu kenna seg sum eina hóttan fyri tey, sum koma aftaná. Tey gomlu skulu kennast sum okkara foreldur og ikki sum okkara byrða.

Tá hetta er sagt, so vil eg tó undirstrika, at tað er í fínasta lagi, at serfrøðingar sita og gera metingar av, hvussu framtíðar samfelagið verður samansett, men vit mugu ikki lata hesar útrokningar og hesi hagtøl fult og heilt taka grundarlagið burtur fyri einum viðkomandi samfelag. Tað skulu ikki útrokningar ella hagtøl gera av, hvussu vit skipa okkum ? tað er og skal verða ein avgerð, sum vit sjálvi skulu taka. Útrokningar og hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard