»Hin fyrsta bilin streyk aftur og fram gjøgnum Havnar gøtur?«

Eirikur Simonsen, lærari á Tekniska Skúla í Havn, hugleiðir um, at tað eru áttati ár síðani, at tey fyrstu motoriseraðu akførini komu higar á ófyrireikaðu klettar í Norðuratlantshavi. Aðrastaðni nemur hann eisini við tað, ið fram var farið úti í heimi árini frammanundan ? og eitt sindur um tøknina, ið tá varð nýtt í bilunum

FYRSTI BILURIN
Eirikur Simonsen

Miðskeiðis í 1890?unum vóru nevnuliga teir fyrstu bilarnir frammleiddir og góðkendir sum søluvøra millum manna, og var hetta byrjanin til eitt tað mest víðfevnda hentleikatilfeingi, sum nakrantíð er hent okkum menniskju.
Hvussu týdningamikið hetta uppfinnilsið hevur verið, síggja vit eina best í dag, sum flutningstól av fólki, fiski, tilfar og bingjuflutning v. m. Men eisini til frítíðina, har eingin vil føla seg innilæstan, men kann fara nær tað skal vera, og hvar tað skal vera.
Eisini eru tað tey, sum so at siga búgva bókstavuliga í hesum fýrahjólaða motoriseraða flutningstóli, sum ein ikki kann hugsa sær at liva fyri uttan ? og fyri nøkur er hetta ein beinleiðis avspegling til onnur um, hvør ið tú ert.
Hóast øllum kunnugt, at henda tøkni hevur verið atvoldin til dálking og mangar vanlagnur, verður akfarið mett sum ein onnur heilag kúgv fyri tey flestu.

Í komandi ári kann Ford fyritøkan halda hundrað ára dagin fyri síni bilaframleiðslu, og her heima í Føroyum minnast vit áttati ára dagin, har fyrsti bilurin var innfluttur.
Hesin bilur var heldur ongin minni enn ein Ford T lastbilur.
Bilurin var komin til Havnar við ferðamannaskipinum Island leygardagin 6. mai 1922, har stór mannamúgva var komin saman niðri á Kongabrúnni at taka ímóti hesum tøkniliga unduri.
Hesin bilur skuldi eitast at hava eina lastimegi uppá eitt heilt tons, hetta var óhoyrt tá í 1922.
10. mai skrivar Dimma millum annað:

?Hvorledes Forholdene vil stille sig for Færøernes første Automobil, og hvis Ankomst overværedes af en saa stor Tilskuerskare, som ingen fyrstelig besøgende behøvede at skamme sig over, kan man endnu ikke have Mening om, men at den betegner et Fremskridt og har mange Fordele fremover andre Køretøjer ? maaske ogsaa enkelte Ulemper ? er ubestrideligt?.

»Andre køretøjer«, meinast helst við hestavognar og tílíkt í ymiskum sniðum. Hestavognurin er ikki meira enn gott og væl 100 ára gamal í Føroyum. Meinhard hjá Bil Óla nevnir einastaðni, at bóndin Júst á Húsum skuldi vera tann fyrsti í Havnini sum hevði hestavogn. Frammanundan høvdu teir havt rossini til at reiða við, klyvjaross, ið bóru alt á rygginum. Klyvberar og leypar av ymiskum slag, so sum grótleypar, tøðleypar o. s. fr. Tolin var hann tá, føroyingurin. Sum í dag. Men tann kenda og nógv umhildna hjólbøran, nær man hon av fyrstan tíð, verða komin til Føroya?
Sama dag sum Dimmalætting kemur eisini Tingakrossur út, og hevur hann eisini hesa viðmerking til »hin fyrsta Bilin«, sum Tingakrossur málber seg, har bilurin verður nevndur sum eitt kvennkyn. Og sum vera man skrivaði Tingakrossur at kalla altíð tíðindi á føroyskum máli. Yvirskriftin er.:
»Fyrsta bilin.
Sum eitt dømi um, at hin nýggja tíðin hevur funnið veg eisini til henda avkrók í heiminum, streyk hin fyrsta bilin mánadagin aftur og fram gjøgnum Havnar gøtur ? sjálvsagt við einum riðili av forvitnum mannabørnum aftur úr sær. Tað er ein miðalstór lastbil, ið nakrir ungir Havnarmenn hava fingið sær til at koyra handilsvørur, torv og annað slíkt við. Hon sigst at hava kostað 4800 kr. umframt 500 kr. í frakt«.

Hesir ungu havnamenn, ávikavist 32 og 30 ára gamlir, vóru teir tiltiknu Johannis Olsen og Júst Sivertsen.
Johannis ella Hannis undir Kletti, sum hann vanliga var nevndur, vaks upp hjá Andrasi undir Kletti, eisini nevndur fransmaðurin.
Hannis kom nakað eftir hetta út fyri einum óhappi, har hann umvældi eitt hvørt í ketilrúminum úti á hospitalinum, har hann eisini arbeiddi, tá tann eina lúkan til eimketilin sprongdist og Hannis fekk hana so meint í høvdið, at hann doyði av løstinum, hann fekk. Eftir hetta røkti Júst Sivertsen fyrimyndarliga hesa fyritøku víðari.

Hin 24. mai stendur so aftur ein grein í Tingakrossi, ið hevur yvirskriftina.:
»Ein rekord
Harri blaðstjóri! Tygum sýnast ikki at vita um teir stóru hendingar, vit nú uppliva í Havnini dag og dagliga viðvíkjandi bilkoyrslu. Lesa tygum ikki ?Dimmu?? Ella látast tygum bara sum einki? Tað mátti annars verið vert at ?notera? hesi stórtíðindi, ?Dimma? sigur frá: ?Der er i den senere tid foretaget Køreture til Sanatoriet og op til Sundsbrúgv?! At hugsa sær til ein bil hevur koyrt henda langa veg, sum sanniliga er nógso drúgvur at ganga hjá manni við tungum torvleypi á baki! Er hetta ikki ?rekord? í bilsøguni, so veit eg ikki hvat ?ein rekord er?. Og slíkt tiga tygum við, harri blaðstjóri! Eg fati tað ikki.«.
Undirskrivað X.
Ja, so var hetta sagt!
Her eru brot til ta grein, hesin X vísir á, ið stóð í Dimmu 10. mei:

»Bilen førtes í Triumf til ?Quillingsgaard?, hvor den indlogeredes for Natten. Bilen ejes af Montør Johs. Olsen og Vognmand Just Sivertsen og er indkøbt gennem Dhrr. Wenzel Petersen og Vilhelm Nilsen her i byen, der har overtaget Agenturen for Henry Ford?Bilen agtes anvendt saavel til Fragt ? som Passagerbefordring. De i Mandags foretagne Prøveture forløb til fuld Tilfredshed, og overværedes som man nok kan tænke sig af et stort og Interesseret Publikum«.

Og aftur 13. mai

»?Automobilen var hele Dagen i Gaar i Travl Virksomhed med at befordre Passagerer. Ruten er foreløbig fra Boghandelen ?niðan á Háls? og retur. Pris pr. Tur: Voksne 1 Kr., Børn 50 Øre. Der var hele Tiden en ganske overvældende Tilstrømning af Passagerer, og alting forløb uden mindste Uheld.«

Men vit eiga ikki at gloyma, at nakað frammanundan hevði enski Tannteknikarin, Arthur Brend, júst innflutt sær eina motorsúkklu úr Onglandi, og er henda tað fyrsta motoriseraða akfar, sum vit vita um, ið er komið til Føroyar.
Í Dimmalætting nr. 6, hin 21. januar í 1922, er millum annað skrivað undir teiginum ?Her hjemmefra?:

»Den første motorcykle er nu kommet til Færøerne, idet Mr. A. Brend har anskaffet sig en sådan. Den kan gøre en fart af c. 36 km i Timen«.

Og víðari skrivar Dimma hin, 10. mai:

»Cyklisternes Antal er i den sidste Tid bleven forøget med en motorcyklist, og endskønt som bekendt ?en Svale gør ingen Sommer?, saa betegner Motorcyklen ubestridelig et fremskridt paa dette Område, til trods for at dens Virksomhed, som forholdene for Tiden ligger, maa foregaa indenfor ret trange Grænser. Og Høns, Gæs, Ænder etc. der til at begynde med fjernede sig med alle Tegn paa Skræk og Rædsel, naar Motorcyklen viste sig i Farvandet, er nu allerede saa smaat begyndt at vænne sig til Dyret og betragter det ikke med samme Mistro som tidligere«.

At fara og samanbera bilar nú og tá fyri áttati árum síðan, er heldur drúgt og rúgvismikið at skula greiða frá í hesum samanhanginum. Men stuttligt hevði tað verið at farið til Vatnsoyrar, har Hans Elmar Poulsen júst eigur ein slíkan bil, og samanborið hendan við ein nýggjan Ford. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at í fjør lat Ford verksmiðjan 2. ættarlið av Mondeo bilinum. Hin fyrri, ið kom í 1992, var tá sera framkomin bilur við lítlum útláti í mun til aðrar. Men menningin innan hetta økið gongur við ferð, og verður tað upplýst frá Ford fyritøkini, at tað mega 20 Mondeo frá 2001 til at dálka somu mongd sum ein Mondeo frá 1992.