Harðskapur ella?

Norðsjógvurin, tann 30. okt. 2006
Jógvan Páll Sevdal

Nógv hevur verið skrivað fyri og móti teimum samkyndu, um tey skulu verjast ”serskilt” vð lóg móti harðskapi ella ikki?
Havi í mínum stilla sinni hugsað nógv um, hvussu hetta málið, sum hevur verið so nógv frammi í fjølmiðlunum, hevur verið viðgjørt.
Hava vit ikki hoyrt um menn/kvinnur, sum blivu álvarsliga sligin og bukað, ja, í onkrum føri er knívur og aðrir lutir havdir á lofti. Man stovnurin KRIS, sálarfrøðingar ella løgreglan ikki kunna siga frá harðskapi? Veit um heim, sum eru oyðiløgd vegna harðskap, har bæði kona, maður og børn hava fingið varandi likamliga og sálarligt mein. Hetta verður ikki viðgjørt alment, ikki so, at alt skal viðgerast alment, men nú, ið ein samkyndur hevur verið fyri harðskapi, eru allir fjølmiðlar á gosi. Er tað harðskapurin, sum er aðaltátturin í hesum máli ella anleidningurin!
Orsaka meg - havi tíanverri eina loynda kenslu av, at málið er malplaserað og temmiliga nógv maximerað. Hvat verður tað næsta, samkynt parlag, samkynd giftarmal, ættleiðing, fría fosturtøku og so framvegis?
Eru tað loyndar kreftir og ætlanir, sum eru inni í viðgerðini av hesum máli?
Danski statsministarin: ”Jeg er dybt bedrøvet”. Íslendskur altingsmaður: ”Líkist svartasta ongum”. Norskur javnstøðuráðharri, ovfarin, at tað skal vera lógligt at søkja at samkyntum. Amnesty: ”Føroyar koma á svartalistan úti í heimi”, vørur úr Føroyum boykottast, og í tíðindasendingini í danska sjónvarpinum. Hví er umrøddi bólkur so nógv umtalaður? Eru tað ikki onnur harðskapsmál, sum eru hend til dømis einum vikuskifti kanska verri enn tað, sum hendi tí samkynda, tá hoyra vit bert: Løgreglan hevur haft nógv at gjørt, onkur er komin i geglið at sita, og so er ikki meir.

Løgreglan og harðskapur
Eitt er kristna siðalæran, annað er harðskapur, atsókn, háðan, spottan og vanvirðing. Í nógv umrødda málið verður nevnt, at løgreglan einki kundi gera, tí hesin bólkur var ikki lógarásettur. Her er nakað sera óskiljandi. Skal løgreglan ikki verja allar íbúgvar landsins móti øllum slagi av harðskapi, ja, sjálvt um eingin lóg var á økinum? Norski ráðharrin sigur seg vera ovfarnan, at tað skal vera loyvt at søkja at teim samkyndu. Er man úti eftir at rangsnúgva lógina og einari aldargamlari mentan og siðvenju, at tað skal vera loyvi at søkja at nøkrum óansæð hvør og hvat ein er í landi okkara? Heldur ein seg hava rætt at søkja at sínum medmenniskjum, tí viðkomandi ikki er serskilt nevndur í onkrari lóg, er hugburðurin sjúkur og óndsinnaður.
Hevur løgreglan loyvi at gera mun ímillum, hvønn teir skulu verja og hjálpa? Nei, her er nakað, sum ikki stemmar - ella var tað tilætlað? Kom eg sjálvur út fyri harðskapi, skuldi hon ikki vart meg og komið mær til hjálpar? Skuldi hon fyrst spurt meg, ”ert tú samkyndur ella ikki”? Her er nakað ruskandi galið. Lógin kundi einfalt ljóða: ”Allir íbúgvar landsins óansæð hvør og hvat teir eru, eiga at verjast móti øllum slagi av harðskapi í hvørjum líki, hann so enn verður gjørdur alment ella í stillum”.

Fyribyrgjan av harðskapi
Hvussu koma vit til kjarnina í einum harðskapsmáli við røttum hugburði? Er tað við lóggávu? Jú, partvís, ”við lóg skal land byggjast”, men er tað bert lógin, ið skapir ein rættan, virðingarsaman, vinsaman hugburð, rætta siðalæru og siðprýða heilnama mentan fyri okkum øll í hesum lítla landi?
Oddagreinin hjá Jan Müller í Sosialinum, skrivað tann 6. oktober, er stak góð og áhugaverd, hon nemur júst við sjálva kjarnina í hesum og líknandi viðkvæmum málum.

Barnaárini
Jan Müller skrivar: ”Hesi viðurskifti verða fyrst og fremst ávirkað í barnaárunum, í dagstovnum og fólkaskúlunum. Tað er her, samfelagið eigur at seta inn ongantíð ov skjótt". Tað er so satt, sum tað er sagt. Vil leggja afturat – ávirkanin eigur eisini at koma frá øllum kristnum átøkum, og ikki minst frá háttvirda løgtingi. Jan skrivar: "Men eisini foreldur hava stóra ábyrgd, og her eigur samstarvið millum heim og skúla at hava avgerandi leiklut. Eisini fjølmiðlarnir hava ábyrgd og kunnu fremja ta upplýsing, ið kann bøta um støðuna”.
Hetta er kjarnin. Hvussu ávirka vit samtíðina og komandi ættarlið? Skulu vit hava eitt samfelag við sámiligum og siðprýðiligari atferð og hugburði, má byrjast í heimunum.
Foreldur, abbar og ommur eiga at vera við til at leggja niður í børnini ein sunnan og vælvirkandi hugburð. Tað er í heimunum fyrst og fremst, at grundarlagið til lívið og atferð okkara verður skapað. Tí er sera álvarsamt, at heimini fremja ein rættan hugburð hjá komandi ættarliðum. Tað er grundleggjandi og sera álvarsamt - hvat børn hoyra, síggja og sansa heima.

Bibliunnar boðskapur
er sera greiður í øllum harðskapsatferðar málum likamliga og sálarliga. Hon sigur klárt og týðiliga okkum øll: "Havið brennandi kærleika til hvønn annan" og "til øll menniskju". Hon sigur: Vit eiga ongan at ”spotta”, ongan at ”hata”, ongan at ”vanvirða”, ”øll háðan verður langt frá tykkum". ”Milda sinnið tykkara verið øllum menniskjum kunnugt..” Kann tað sigast beinraknari og álvarsamari? Hava vit ein hugburð eyðkendur av spottan, háðan og vanvirðing, er skjótt til næsta stig, harðskap. Latið okkum øll taka í egnan barm og spyrja, hvønn hugburð havi eg sum t.d.i samkyndmálum (sjálvt um ein heldur at liva samkyndur er skeivt) og á øðrum líknandi málum? Er hann jaligur, vinsamur, virðingarsamur, hjálpsamur og leiðbeinandi, ella er hann tað mótsatta? Fyri Guds ríki verður einki vunnið uttan gjøgnum kærleikans boðskap.

Løgmaður
skrivar: "Hann kasti fyrsta steinin, sum metir seg verða reinan". Háttvirdi løgmaður, hevði tú tikið teir síðstu setningarnar við, sum Harrin Jesus segði við kvinnuna, ið nevnda skriftbrotið, sum tú sipar til, hevði verið javnvágur. Harrin Jesus er fullur av náði og kærleika til hin hægsta og til hin lægsta, tann ringasta og hin besta. Jesus sigur: ”Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin”. Hvat segði hann so við kvinnuna: "heldur ikki Eg dømi teg, far avstað og synda ikki meir..." Aftaná at hava møtt Jesusi er heilt vist, at hon fór avstað og segði farna lívi sínum farvæl. Tann, sum av sonnum møtir Jesusi, er ikki tann sami persónur aftaná. Eisini i Føroyum eru dømi, har menniskju eru loyst fra samkyndum livihátti, tá tey eru komin til trúgv á Harran Jesus.

Endi
Sólvit Simonsen skrivar grein um ikki at bróta ”Guds lóg”. Vit kunnu velja at verða Guds lógum/fyriskipanum ólýðin ella lýðin, men fylgjunum sleppa vit ikki undan. Sjálvur haldi eg, at Bíblian er sera greið í umrødda málið, at tað er ikki rætt at liva sum samkyndur og ií samkyndum parlagi. Alt kynslív hoyrir hjúnabandinum millum mann og kvinnu til. Harðskapur hoyrir ongastaðni heima óansæð í hvørjum líki.
Harrin signi og varðveiti landsmenn mínar.