At ferðast er elligamalt fyribrigdi. At ferðast til stuttleika er ?nýtt? fyribrigdi, og nakað, sum elvir til ørkymlan millum fólk, ikki bert í Føroyum, men alla staðni. Tað er nevniliga so, at ein stórar partur av tí, sum nú kallast ferðavinna, fyrr var vanligur blíðskapur. Og tað er greitt, at nógvir føroyingar hava ómetaliga ilt við at góðtaka, at vanligur blíðskapur nú skal metast í krónum og oyrum.
Í sjónarmiði í Føringinum nr. 17 spyr Rakel Helmsdal meg, um føroyingar skulu taka pengar fyri blíðskap. Tí spurninginum vil eg fegin svara og samstundis geva mítt ískoyti til ein av týdningarmiklastu spurningunum innan føroysku ferðavinnuna. Skal ferðavinnan framyvir vera ein vinna ella meiri at kalla eitt ítriv?
Fyri mær sær tað út sum, at greinskrivarin kanska blandar tvey fyribrigdi saman. Í greinini í Dimmlætting heitti eg á teir føroyingar, sum eru í ferðavinnuni, um at minnast til at taka pengar fyri tær tænastur, sum tey lata ferðamanninum. Tað var sostatt ikki vanligi føroyingurin, sum í greinini varð ?lagdur undir? at vera ov blíður, sum eg tók til, men tey fólk, sum skulu eitast at royna at fáa sær eitt ískoyti ella eitt livibreyð innan føroysku ferðavinnuna.
Sjálv havi eg altíð sagt, at júst tey vinarbond, sum knýtt verða í samskiftinum millum føroyingar og útlendsku gestir okkara, er ein av fyrimununum við at hava ferðavinnu. Ein annar fyrimunur er tann íblástur uttaneftir, sum ferðafólkini bera við sær til okkara.
Skulu føroyingar taka pengar fyri blíðskap? Mítt svar er: ?nei, vanligir føroyingar skulu ikki taka pengar fyri blíðskap.? Tað vildi verið óhoyrt. At vera høviskur og blíður er gamalt, og tað skal ongin ferðavinna broyta.
Vinna ella ítriv
Tá eg lesi sjónarmiðið, fái eg ta fatan, at blíðskapur er tað sama sum ?ókeypis? og at um nakað kostar, so er tað at sammeta við óblíðskap. Eg segði í práti við Dimmalætting, at føroyingar ikki skuldu vera bangnir fyri at taka pening fyri eina vøru, sum teir selja. Teir skulu hava so mikið sjálvsálit og so mikið av sjálvsvirði, at teir trúgva uppá, at teirra vøra er góð og verd at gjalda fyri. Um teir so afturat hesum eru blíðir og høviskir, so sum siður er, hava føroyingarnir innan vinnuna gjørt eina góða gerð mótvegis ferðafólkunum, sær sjálvum og Føroyalandi sum heild.
Sum sæst, nýti eg orð sum ?vøra? og ?selja? omanfyri, og eri sostatt farin frá leiklutinum hjá tí vanliga føroyinginum og til handilsliga spurninginum, um vit føroyingar ætla at satsa uppá eina ferðavinnu ella um vit heldur velja at síggja ferðafólk sum eitt ítriv.
Tað er nevniliga í tí spurninginum, at vit finna hóttanina mótvegis teimum góðu inntøkumøguleikunum, sum standa føroyingum innan ferðavinnuna í boði. Í spurninginum er eisini keldan til eitt fyribrigdi, sum er so nær knýtt at diskussiónini um blíðskap og pengar, at ilt er at fáa greiðu á tí.
Óvanlig kappi-
ngaravlaðan
Ferðavinna er ein vinna, og tí er greitt, at vit eiga at tosa um eina inntøku. Fyri at tey, sum starvast innan vinnuna, skulu hava ein møguleika at fáa inntøku, er tað m.a. av týdningi, at umstøðurnar, sum tey virka undir, ikki eru kappingaravlaðandi.
Tá vit tosa um kappingaravlaðan, fellur tankin aloftast fyrst á sambandið millum almennar stovnar og privatar fyritøkur. Hesar eiga ikki at kappast um somu inntøku, tí tá standa privatu fyritøkurnar veikari, av tí at stovnarnir eru alment fíggjaðir og tískil førir fyri at bjóða eitt nú lægri prís ella hægri góðsku.
Ómetaliga fá fólk tosa um ta kappingaravlaðan, sum fer fram millum føroyingar í og uttanfyri ferðavinnuna. Hetta átti eftir mínum tykki at verið tikið við í prátinum um ferðavinnu. Hetta tí at vanligir føroyingar í summum førum bjóða júst tær somu tænasturnar sum føroyingar innan vinnuna. Fyrra helvtin við tí fyri eyga at fáa eina inntøku, hin helvtin mestsum til stuttleikar.
Í ferðavinnu finnast tænastur, sum kunnu býtast í fýra bólkar: a) flutning b) gisting og mat c) útferðir og framsýningar d) skipanin av øllum hesum1.
Gamalt var at geva fólki innivist og mat, at koyra tey (ella ganga við teimum), um tey høvdu ørindi og í vanligum práti greiða frá bygdini, fólki har og søguni. Hetta hava vit gjørt m.a., tí ongir aðrir gistingarmøguleikar ella matstovur hava verið, onki ferðasamband og eingir ferðaleiðarir.
Eftir at ferðavinnan hevur skipað seg, hava vit fingið hópin av støðum, har ferðafólk kunnu gista, eta og fáa vitan um Føroyar, føroyingar og søgu okkara. Tískil er tað ikki av neyð, at vit halda fram at bjóða ókunnufólki inn og fara um tey sum vóru tey familja. (Eg hugsi ikki um vinfólk og familja, sum eru komin heim at vitja). Og tað er í hesum, at kappingaravlaðanin fer fram. Vanligir føroyingar halda fram at bjóða útlendsku gestunum gisting, mat, útferðir og so framvegis.
At hetta er skeivt, tá vit tosa um javna kapping, sæst best, um vit hugsa um ferðavinnu sum eina vøru. Tá vit fara til handils, keypa vit. Vit taka ikki og vit fáa ikki. Útlendska ferðafólkið veit, at tey skulu gjalda fyri at ferðast her hjá okkum. Tey halda, at tað er púra nátúrligt. Tey vænta ikki, at fáa okkara tænastur fyri onki. Tey koma ikki til Føroyar fyri at fáa eina ókeypis feriu. Tey koma fyri at uppliva føroysku náttúruna, ikki fyrst og fremst fyri at fáa blíðskap. Og tí hevur Rakel Helmsdal rætt í, at blíðskapur ikki er ein søluvøra. Blíðskapur er ikki eitt kappingarparametur, sum gevur Føroyum og føroyingum fyrimunir framum aðrar destinatiónir.
Veruleikin er tann, at tað eru føroyingar, sum arbeiða á alvi við at fáa fótafesti innan hesa okkara nýggjastu vinnugrein. Føroyingar, sum hava meldað út, at tey bjóða eina ferðavinnutænastu. Fólk, sum hava víst ábyrgd og sum hava átikið sær at vera har 100%, tá ferðafólkinum tørvar tey. Tí ferðavinna er ikki eitt 8.00-16.00-starv, men nærum at kalla ein liviháttur. Hesi fólkini berjast í summum førum við nábúgvan, sum heldur tað vera stuttligt at fara uppá ferðavinnuna av og á. Tey hava ikki gjørt íløgur og avtalur, sum krevja, at tey eru ?standby? (at hitta altíð). Tey halda tað vera stuttligt, so leingi tey sjálvi tíma.
Ein stórur vandi fyri ferðavinnuna er, at vanligi føroyingurin í ójavnari kapping máðar støðið undan teimum, sum eru í ferð við at byggja eina vinnu upp. Tað er best, at føroyingar uttanfyri vinnuna heldur vísa á tær ferðavinnutænastur, ið verða útboðnar, heldur enn at taka upp tær somu tænasturnar.
Eg haldi, at vit eiga at standa saman og vísa teimum, sum klárt hava meldað út, at tey starvast innan ferðavinnuna, at vit virða teirra arbeiði. Góð úrslit innan ferðavinnuna síggjast aftur í tjóðarbúskapi okkara. Og sostatt kemur ein sterk ferðavinna okkum øllum til góða.
Mín boðskapur er hesin: Eins og bert føroyingar innan vinnuna skulu taka pening fyri blíðskap, eiga bert føroyingar innan vinnuna at bjóða ferðavinnutænastur fram.
1Arbeiðið við at skipa eina ferð (d) er arbeiði hjá einum ferðasmiðji. Eitt slíkt felag fyri føroyskar ferðasmiðjir er júst stovnað.