Ivaleyst fer hetta at elva til nýtt orðaskifti, men eg ivist í, um hetta fer at geva nakra kanning kortini, sigur Høgni Hoydal við Kringvarpið. Fólkatingsmaðurin sigur, at danska stjórnin roynir at vera væl við [...] og hann væntar ikki, at stjórnin fer at lata seg trýsta til eina óhefta kanning av amerikanska fangaflutninginum í donskum loftrúmi eftir tað, sum danska kringvarpið nú avdúkar. -At hetta við millumlendingunum [...] Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, væntar ikki, at danska stjórnin fer at kanna fangaflúgvingina hjá CIA í donskum loftrúmi Høgni Hoydal hevur fyrr spurt donsku stjórnina, um CIA hevur brúkt føroyskt loftrúm
Tað fer at kosta slakar 800.000 krónur at umvæla skaðarnar á havnina í Skálavík eftir illveðrið seinast í januar, vísir ein kostnaðarmeting, Landsverk hevur gjørt. Landsverk metir, at tað fer at kosta 776 [...] 776.000 krónur at gera tær umvælingar, sum eru neyðugar fyri at havnin skal vera í sama standi sum áður. Í somu frágreiðing stendur, at aldan sum rakti Skálavík illveðurskvøldið, var einar átta metrar [...] metrar høg, skrivar uf.fo. Síðani ódnina hava fólk havt møguleika at lata pening til eina serstaka konto, hvørs endamál var at stuðla afturgerðini av skaðunum í kommununi. Fyri hesum tiltakinum stóð John Myllhamar
yvirgangsmenn fara at brúka kjarnorkuvápn, fáa teir fatur á teimum, segði stjórin í IAEA. Mohammed ElBaradei mælti altjóða samfelagnum til at tingast við Iran fyri at fáa vissu fyri, at landið ikki brúkar [...] mælti samstundis øllum kjarnorkuveldunum til at skarva av sínum kjarnorkuvápnagoymslum. -Lond, sum hava kjarnorkuvápn, aftra seg við at brúka tey, tí tey vita, at tey verða løgd í oyði, sjálvt um tey hava [...] -Tað er sera umráðandi, at lond, sum hava kjarnorkuvápn, tryggja tey so væl, sum tað yvirhøvur ber til, tí tað er eingin ivi um, at kjarnorkuvápn á skrivum hondum eru tann mest álvarssama hóttanin ímóti
avgjørt at loysa Steintór og at fara út á fjørðin at liggja. Har hevur trolarin ligið í nátt, men í morgun varð avgjørt at sigla suður á Tvøoyri og at leggja skipið har. Súgurin í Hvalba gjørdi, at deksbáturin [...] komin inn á Hvalba at kroka, sleit endarnar í nátt, og ein pullartur skrædnaði úr dekkinum á trolaranum Tað súgaði rættiliga illa í Hvalba í nátt, og Steintór, sum var komin inn at kroka, sleit endarnar [...] skrivar Suðuroyarportalurin. Tað eydnaðist monnum at sleppa umborð eftir einum stiga, og við bógskrúvuni fingu teir trolaran ataftur. Men tað stóð so nógv á, at endarnir slitnaðu aftur, og enntá slitnaði ein
Telegrafisturin sigur, at fólk umborð á Topaz hava verið so ill, at ætlanir onkuntíð hava verið um at gjørt seg inn á skipið og útgerð umborð. - Eg eri skuffaður og dugi ikki at seta orð á mínar kenslur [...] in, at hann hevur konu og tvey børn í Ruslandi og bíðar framvegis eftir lønini, sum hann skal brúka til at forsyrgja familju síni við. Konan er nú noydd at læna pengar frá familju og vinum fyri at yvirliva [...] sigur, at meðan hann er í Las Palmas uttan løn, veksur skuldin hjá honum í Ruslandi. - Vit hava samskift við Bjarta Mohr síðani í mai og spurt hann, nær vit fáa løn. Hvørja fer fáa vit at vita, at tað verður
tá. Tann ovurstóra inflasjónin hevur fingið ST at biðja onnur lond veita Zimbabwe hjálp. Sagt verður, at tvær milliónir fólk hava tørv á neyðhjálp, og at tað talið fer upp um fimm milliónir um eitt hálvt [...] Zimbabwe hevur leingi verið herjað av politiskum stríði. Herfyri eydnaðist tað at fáa Robert Mugabe, forseta at ganga við til at lata andstøðuni ein part av valdinum, men ósemja um, hvør flokkur skal umsita [...] skrivar úr Zimbabwe, at meðan politikararnir keglast um ráðstovur, standa fólk í bíðirøð á gøtuni fyri at veksla sínar pengar sum skjótast, tí virðið minkar fyri hvønn minutt, sum gongur. At inflasjónin er 231
ger vart við, at enn er ikki komið á mál. Í frágreiðingini hjá FAO verður sagt, at málið við at endurskoða og umskipa fiskiveiðipolitikkin er at menna fiskastovnarnar og laga tað so, at vinnan fær sum [...] Skal málið røkkast, er neyðugt at leggja helmingin av tí flota, sum nú er í vinnu, og tað kann gerast, uttan at minni kemur upp á land. FAO vísir í hesum viðfangi á, at árliga verða fiskað umleið 80 milliónir [...] milliónir tons kring heimin, og at nøgdin hevur verið at kalla tann sama tey seinastu tíggju árini. Saman við Heimsbankanum hevur FAO roknað seg fram til, at árliga hava heimsins fiskiflotar umleið 50
triði hvør av teimum ungu hevur upplivað at fáa pirrur ella sár av luktilsinum ella hárlitingini. - Tað ræðir meg at fáa at vita, at størsti parturin av teimum ungu lita hárið ella brúka luktilsi, hóast triði [...] ngur í København Kommunu, við blaðið 24timer. Danska Umhvørvisráðið ætlar nú at gera eitt nýtt átak fyri at fáa ungfólk at minka um nýtsluna av luktilsi og hárliting. [...] Alt fleiri ungfólk fáa pirrur, bløðrur og sár av at brúka luktilsi og hárlit. Granskari undrast á, hvussu treisk fólk eru at brúka luktilsi Danska Umhvørvisráðið hevur spurt 700 tannáringar millum 13 og
innført í Havn. Tað skal virka fyri, at tálma nýtsluna av píkadekkum - Vit kunnu ikki blíva við at gjalda nógvar miljónir árliga til viðlíkahald, sum annars átti at verðið gjørt fimta til sjeynda hvørt [...] dámar sera væl skipanina í Oslo og fari at kanna, um vit ikki kunnu gera okkurt líknandi, sigur borgarstjórin í Havn. - Og eg haldi, at tað er ikki meira enn rímiligt, at tey, sum gjarna vilja slíta og dálka [...] dálka, gjalda við kassa 1, sigur Heðin Mortensen, sum ikki heldur at tað tørvar at verða nakar trupulleiki at parkera bilar á píkadekkum, sum koma til Havnar. Hartil er bussleiðin ókeypis!
frá, at myndugleikarnir eru í ferð við at endurskoða vápnalógina, og at ætlanin er at leggja broytingaruppskot fyri Ríkisdagin til várs. Hon vildi ikki siga so nógv um uppskotið, men segði tó, at verða [...] ES-reglurnar á hesum øki. Finskir fjølmiðlar siga seg hava skilt, at stjórnin ætlar at gera tað truplari hjá fólki at keypa vápn, og at fólk skulu vera í einum skjótifelag í minst eitt ár, áðrenn tey kunnu [...] doyðu í hópdrápinum í Kauhajoki, ella hvar tey búðu. Løgreglan hevur bara upplýst, at tey vóru fødd millum 1957 og 1988, og at tey flestu vóru fyrst í 20'árunum.