Hava biðið um hýru síðani í mai

- Vit vilja hava okkara løn, so vit kunnu sleppa heim at forsyrgja okkara familjum, sigur Vadim Nepocrjtj, telegrafistur umborð á føroyska skipinum Topaz við útvarpið hjá Kringvarpinum

Topaz

 

Telegrafisturin sigur, at fólk umborð á Topaz hava verið so ill, at ætlanir onkuntíð hava verið um at gjørt seg inn á skipið og útgerð umborð.

- Eg eri skuffaður og dugi ikki at seta orð á mínar kenslur.

Vadim Nepocrjtj er saman við 41 øðrum sjófólkum umborð á føroyska skipinum Topaz, sum hevur ligið við kai í Las Palmas síðstu 11 mánaðirnar.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur telegrafisturin, at hann hevur konu og tvey børn í Ruslandi og bíðar framvegis eftir lønini, sum hann skal brúka til at forsyrgja familju síni við.

Konan er nú noydd at læna pengar frá familju og vinum fyri at yvirliva.

 

Skuldin veksur

Vadim Nepocrjtj sigur, at meðan hann er í Las Palmas uttan løn, veksur skuldin hjá honum í Ruslandi.

- Vit hava samskift við Bjarta Mohr síðani í mai og spurt hann, nær vit fáa løn. Hvørja fer fáa vit at vita, at tað verður skjótt, sigur Vadim Nepocrjtj við útvarpið hjá Kringvarpinum.