Landsverk metir, at tað fer at kosta 776.000 krónur at gera tær umvælingar, sum eru neyðugar fyri at havnin skal vera í sama standi sum áður.
Í somu frágreiðing stendur, at aldan sum rakti Skálavík illveðurskvøldið, var einar átta metrar høg, skrivar uf.fo.
Síðani ódnina hava fólk havt møguleika at lata pening til eina serstaka konto, hvørs endamál var at stuðla afturgerðini av skaðunum í kommununi.
Fyri hesum tiltakinum stóð John Myllhamar úr Sandavági. Týsdagin handaði hann Linjohni Christiansen, borgarstjóra í Skálavík ein gávukekk uppá 66.500 krónur.
Júst henda innsavningin er nú liðug, men fólk, ið hava hug at stuðla endurreisnini kunni seta pening inn á eina konto í Føroya Banka við heitinum “Kyndilsmessuódnin”.
Nevnast kann, at Sands Kommuna eisini hevur latið eina peningagávu til kommununa.