Vilja lukta væl hóast ovurviðkvæmi

Alt fleiri ungfólk fáa pirrur, bløðrur og sár av at brúka luktilsi og hárlit. Granskari undrast á, hvussu treisk fólk eru at brúka luktilsi Danska Umhvørvisráðið hevur spurt 700 tannáringar millum 13 og 16 ár um teirra brúk av luktilsi, og kanningin vísir, at 90 prosent av ungfólkunum brúka luktilsi minst einaferð um vikuna. Størsti parturin av teimum ungu brúka luktilsi hvønn dag og koyra tað beinleiðis á kroppin.

Niðurstøðan í kanningin er, at triði hvør av teimum ungu hevur upplivað at fáa pirrur ella sár av luktilsinum ella hárlitingini.

- Tað ræðir meg at fáa at vita, at størsti parturin av teimum ungu lita hárið ella brúka luktilsi, hóast triði hvør av teimum hevur merkt ovurviðkvæmi orsaka av evnunum, sigur John Galster, evna-verkfrøðingur í København Kommunu, við blaðið 24timer.

Danska Umhvørvisráðið ætlar nú at gera eitt nýtt átak fyri at fáa ungfólk at minka um nýtsluna av luktilsi og hárliting.