Fiskiveiði
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
FAO, sum er matvøru- og landbúnaðarstovnurin hjá ST, nevnir Ísland, Ný Sæland og partvíst eisini Avstralia og USA sum dømi um lond, ið reka ein ábyrgdarfullan fiskiveiðipolitikk. Í einari nýggjari frágreiðing, sum júst er almannakunngjørd, fáa tey fýra londini rós frá FAO, sum tó ger vart við, at enn er ikki komið á mál.
Í frágreiðingini hjá FAO verður sagt, at málið við at endurskoða og umskipa fiskiveiðipolitikkin er at menna fiskastovnarnar og laga tað so, at vinnan fær sum mest burtur úr tilfeinginum. Skal málið røkkast, er neyðugt at leggja helmingin av tí flota, sum nú er í vinnu, og tað kann gerast, uttan at minni kemur upp á land.
FAO vísir í hesum viðfangi á, at árliga verða fiskað umleið 80 milliónir tons kring heimin, og at nøgdin hevur verið at kalla tann sama tey seinastu tíggju árini.
Saman við Heimsbankanum hevur FAO roknað seg fram til, at árliga hava heimsins fiskiflotar umleið 50 milliardir dollarar í halli.










