Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, væntar ikki, at danska stjórnin fer at kanna fangaflúgvingina hjá CIA í donskum loftrúmi Høgni Hoydal hevur fyrr spurt donsku stjórnina, um CIA hevur brúkt føroyskt loftrúm til fangaflutning, og hann væntar ikki, at stjórnin fer at lata seg trýsta til eina óhefta kanning av amerikanska fangaflutninginum í donskum loftrúmi eftir tað, sum danska kringvarpið nú avdúkar.
-At hetta við millumlendingunum í Grønlandi nú kemur fram váttar bara tað, sum longu er sagt og komið fram. Ivaleyst fer hetta at elva til nýtt orðaskifti, men eg ivist í, um hetta fer at geva nakra kanning kortini, sigur Høgni Hoydal við Kringvarpið.
Fólkatingsmaðurin sigur, at danska stjórnin roynir at vera væl við sínar samstarvsfelagar, eitt nú USA, sum Danmark hevur verið sameinað við í sambandi við eitt nú kríggið í Irak.
-Men at hetta fer fram í grønlendskum og kanska eisini føroyskum loftrúmi, er eitt prinsippielt mál, sum vit av øllum alvi eiga at gera vart við, sigur Høgni Hoydal.
Kelda: Kringvarp Føroya