Finsku myndugleikarnir herða vápnalógina

Tvey skúlahópdráp innan fyri eitt ár hava fingið finsku politikararnar at endurskoða landsins lagaligu vápnalóg, sum nú verður herd

Í gjár var Anne Holmlund, innanríkisráðhari, í bygdini Kauhajoki og vitjaði vinnuskúlan, har ein ungur maður beindi fyri níggju næmingum og einum lærara tann 23. septembur, áðrenn hann beindi fyri sær sjálvum.

 

Undir vitjanini boðaði hon frá, at myndugleikarnir eru í ferð við at endurskoða vápnalógina, og at ætlanin er at leggja broytingaruppskot fyri Ríkisdagin til várs. Hon vildi ikki siga so nógv um uppskotið, men segði tó, at verða broytingarnar samtyktar, verður finska vápnalógin strangari enn ES-reglurnar á hesum øki. Finskir fjølmiðlar siga seg hava skilt, at stjórnin ætlar at gera tað truplari hjá fólki at keypa vápn, og at fólk skulu vera í einum skjótifelag í minst eitt ár, áðrenn tey kunnu fáa vápnaloyvi.

 

Finska kriminalløgreglan vil ikki almannakunngera nøvnini á teimum, sum doyðu í hópdrápinum í Kauhajoki, ella hvar tey búðu. Løgreglan hevur bara upplýst, at tey vóru fødd millum 1957 og 1988, og at tey flestu vóru fyrst í 20'árunum.