er sannførd um, at slík ráð í framtíðini kunnu hjálpa til at tryggja, at vit ikki aftur enda í eini so ótolandi støðu, sum er galdandi á fleiri røktarheimum í dag. - Tað er tíð uppá, at vit eisini í Føroyum [...] Eldramálið mælir til, at búfólka- og avvarðandiráð verða sett á røktarheimum og sambýlum kring landið. Á nevndarfundi í gjár, gjørdi nevndin í felagnum Eldramálið av, at senda út áheitan um, at seta búfólka- og [...] Føroyum fara at taka tey við upp á ráð, sum brúka tey almennu røktartilboðini, sigur Eldramálið Endamálið við búfólka- og avvarðandiráðunum skal vera at fáa samráð í lag ímillum búfólk og avvarðandi um
um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lovaði heimaflotanum yvir á Flemish Kap. Men samstundis eigur landsstýrismaðurin at taka fiskidagarnar undir Føroyum innaftur. - Tað eigur at bera til at taka [...] taka inn fiskidagar, so hvørt sum skipini fáa møguleikar at royna aðrastaðni. Um ikki annað, so eigur at bera til at parkera fiskidagarnar eitt tíðarskeið, sigur Aksel V. Johannesen. Løgtingið viðger í løtuni [...] um eigur í nógv størri mun enn higartil at arbeiða fyri alternativum loysnum fyri heimaflotan, samstundis sum botnfiskastovnarnir undir Føroyum fáa møguleika at menna seg aftur. Tað sigur framsøgumaðurin
døgurða, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, framvegis roynir at fáa ES at taka hóttanirnar aftur um handilsforðingar ímóti Føroyum. Løgmaður vil hava ES aftur til samráðingarborðið. Hann heldur ikki, at allir [...] Tað hevur ljóðað, at Føroyar fara at leggja málið um handilsforðingarnar hjá ES fyri havrættardómstólin í Hamburg. Seinastu dagarnar er komið fram, at handilsforðingarnar allarhelst verða settar í gildi [...] vóna føroyskir mynduleikar, at handilsforðingarnar verða steðgaðar meðan málið verður viðgjørt. Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, vil hvørki vátta ella avsanna, at Føroyar hava stevnt ES. -Tað
dini í morgun hevur funnist at løgmanni og fiskimálaráðharranum, fyri at hava fundast við Villy Søvndal í morgun uttan at hava boðað Uttanlandsnevndini frá, so er einki at koma eftir. Tað heldur Bjørn [...] ni heldur, at tað er burturvið, at løgmaður og fiskimálaráðharrin ikki ráðførdu seg við Uttanlandsnevndina áðrenn fráferðina, men Bjørn á Heygum, sakførari, er ikki samdur. Hann vísir á, at úrslitið av [...] um ósemjurnar kring norðhavssildina, og hetta er ikki at fara út um heimildirnar hjá landsstýrinum. - Eg tulki Stýrisskipanarlógina soleiðis, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um
kann avleiðingin vera, at ein partur av ríkisfelagsskapinum kemur at fremja sanktiónir móti einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum. Sambært forsætisráðharranum fer Danmark at atkvøða ímóti, um ella tá [...] rurin eisini undirtøku fyri at seta í verk tiltøk móti Føroyum, um ella tá málið kemur til atkvøðugreiðslu. - Danmark kann tí ikki gera annað enn at arbeiða aktivt fyri at fáa partarnar aftur til samr [...] sigur Helle Thorning-Schmidt. Forsætisráðharrin sigur í samrøðu við Miðlahúsið, at hon vil gera alt fyri at fáa ES at sleppa hóttanunum um boykott og taka uppaftur samráðingarnar. Hoyr samrøðu við Helle
Karsten Hansen segði, at Heilsumálaráðið hevur rykt nevndirnar eftir svari, og at nýggju av tíggju nú hava svarað positivt. Nú hevur Heilsumálaráðið boðað frá, at seinasta freist at svara er í hesi vikuni [...] hevur ikki verið nógv alment frammi um málið. Karsten Hansen svaraði, at málið hevur gingið strilitið, ikki minst tí at mett verður, at samtyktin í Løgtinginum er brot á ta semju, sum Heilsumálaráðið og [...] tingkvinnu. Gunvør Balle spurdi Karsten Hansen, hvussu arbeiðið við at stovnsseta Sjúkrakassagrunn Føroya gongur. Løgtingið samtykti í mai 2012, at avlopið av fænum úr sjúkrakøssunum, sum eru avtiknir, skal í
mugu í eina peningaautomat at taka pening út, fyri at kunna gjalda fyri ferðaseðilin. Stjórin á Strandferðsluni, Bogi Mortensen, sigur, at tey kanska hava verið ov siðbundin, men at tað í løtuni verður arbeitt [...] Mortensen dugir ikki at siga, nær hendan skipan verður klár at seta í verk, men væntar einaferð í ár. Portalurin hevur kannað hjá Vinnudeildini hjá Føroya Tele, hvat skal til reint tekniskt at fáa eina visakort [...] Tað ber í dag bert til at gjalda ferðaseðil við gjaldskorti umborð á Smyrli og á leið 300, sum er bussleiðin til flogvøllin. Tað merkir við øðrum orðum, at fólk, ið ferðast á hinum rutunum hjá Strandferðsluni
Dagsavisen, at norskir vinnulívsleiðarar siga tað vera umráðandi, at Noreg hevur góð viðurskifti við ES, men at teir búskaparligu trupulleikarnir, sum samveldið hevur at dragast við, gera, at støðugt fleiri [...] fleiri leiðarar halda tað vera best, at Noreg stendur uttanfyri. Kanningin hjá Dagsavisen og KPMG vísir eisini, at ein greiður meiriluti av vinnulívsleiðarunum eru ímóti, at Noreg skal fáa sær evruna til gjaldoyra [...] gjaldoyra ístaðin fyri ta norsku krónuna. Grundgevingin er, at leiðararnir halda tað vera umráðandi, at norðmenn sjálvir stýra sínum gjaldoyra- og fíggjarpolitikki.
heldur, at Kringvarp Føroya eins og hinir miðlarnir hava gjørt, noyðist at umstilla seg, og leiðslan verður noydd til at hugsa øðrvísi. John William Joensen vísir á, at Mentamálaráðnum er álagt at spara [...] Kringvarp Føroya er við at gera stórar skerjingar í skránni, og starvsfólk í hópatali verða søgd úr starvi. - Tað er harmiligt, at starvsfólk verða søgd úr starvi, men vit mugu minnast til, at allir miðlar seinastu [...] almenna megnar ikki at halda Kringvarpi Føroya uppi á sama støðu sum áður. - Hvat enn verður gjørt, vóni eg, at atlit verða tikin til privatu miðlarnar, so teir ikki verða dripnir við at bjarga almenna k
játtað umsókn frá Statoil um fyribils at gevast við at bora brunnin 6104/21-2, eisini nevndur Brugdan ll og at taka arbeiðið upp aftur næsta ár. Avgerðin er grundað á, at hetta tøkniliga og jarðfrøðiliga er [...] mál er at fáa best møguligt úrslit burturúr. Boringin av brunninum byrjaði 17. juni í ár, og væntaði fyristøðufelagið, at arbeiðið fór at taka fýra fimm mánaðir. Tá ið arbeiðið nú vísir seg at taka longri [...] longri tíð, og veturin stendur fyri durinum, kann væntast, at vánaligt veður fer at darva arbeiðinum. Tí verður tað mett skilabetri at steðga á og taka arbeiðið upp aftur komandi ár. Nú verður riggað av