Rosenborg er favorittur

Undan norðurlendska stríðnum heldur Ståle Solbakken norska liðið vera betri fyri enn Brøndby

EUROPA CUP

Í kvøld verður gjørt av, um tað verður norska Rosenborg ella danska Brøndby, sum skal vera í hattinum, tá lutur fríggjadagin verður kastaður um, hvussu liðini skulu bólkast í europeisku meistarakappingini.
Rosenborg er í Brøndby við 1?0 sigri í viðførinum. Tað vil siga, at um Brøndby skal hugsa um at vinna samantalt, so skulu teir skjóta mál, og samstundis skulu teir syrgja fyri, at Rosenborg ikki fær mál. Um tað eydnast norska liðnum at fáa mál, so verður mótbrekkan hjá Brøndby tung, tí so skal danska meistaraliðið skora tríggjar ferðir.
Nógv verður tosað og skrivað undan stóra slagnum. Norski Ståle Solbakken, sum hevur spælt bæði við AaB og FCK, heldur, at Rosenborg er favorittur. Hann gevur teimum 65 prosent og Brøndby 35 prosent.
Ståle Solbakken heldur, at tað hevur nógv at siga, at norska landskappingini er í hæddini, meðan teir í Danmark júst eru farnir undir eitt nýtt kappingarár. Hann heldur eisini, at tað er Rosenborg til fyrimunar, at teir ofta hava spælt týdningarmiklar europeiskar dystir.
Tað verður roknað við fullsettum stadion í Brøndby. Har rúmast 22.000 áskoðarar. At Rosenborg av álvara fer at kenna seg á útivølli heldur Ståle Solbakken ikki fer at darva norska liðnum nakað serligt.