Einki fóður til laksin

Eingin fóðrar fiskinum í aliringunum hjá Atlantic Seafarms í Vágsfirði. Tað hava vágbingar lagt til merkis, og spurt seg sjálvan, um tað er djórplágarí ella ikki


Aling
Rógvi Borðoy
Eingin hevur fóðrað fiskin, sum svimur í ringunum hjá Atlantic Seafarms í tvær vikur, og líkt er til, at tað ikki verður fóðrað fyribils. Tað sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Seafarms.
                      Fólk hava í hesum sambandi vent sær til okkum, fyri at vita, um fiskurin skal hungrast til deyðis ella hvat skal henda við honum.
-Fiskurin verður ikki brúktur til framleiðslu av matvøru, og tí er eingin grund til at fóðra hann, sigur Christian Andreasen. Fiskurin skal slaktast skjótast gjørligt.
                      Hann sigur seg hava spurt fakfólk, og tey hava sagt honum, at tað er fult forsvarligt at gevast við at fóðra upp til ein mánað.
 
Djóralæknin
Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sigur, at tað er torført at meta um júst hetta dømið. Hann sigur seg vanta nøkur tøl, áðrenn tað kann staðfestast, hvørt tað er forsvarligt ella ei. Men hann sigur, at fiskur hevur eitt lægri stoffskifti enn súgdjór, og at tað ikki kemur undir djóraplágarí at gevast við at fóðra nakrar vikur.
                      Tað sama siga teir á P/F Fiskaaling. Fiskur etur sera sjáldan, og tá hann etur, eru tað stórar máltíðir.
Tí er eingin orsøk at stúra, tí tað er vanlig framferð, um fiskurin ikki skal slaktast til matna.