Søguligur tingfundur á ólavsøku

Ólavsøkudag verður tingið sett sunnudag fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Áður hevur ikki verið loyvt at seta tingfund sunnudag, men nýggja stýrisskipanarlógin heimilar hesum á ólavsøku

 

Sunnudagin 29. juli verður tingfundur settur í Útvarpshøllini í Havn.

 

Hetta verður ein serliga søguligur tingfundur. Tí hetta verður fyrsti ólavsøkutingfundurin, ið verður hildin í Útvarpshøllini, og hartil er tað fyrstu ferð í nýggjari tíð, at tingfundur verður settur sunnudag.

 

 

 

Plagdu bíða

 

Tað er siður, at ólavsøkutingsetan byrjar á ólavsøku, og at fyrsti tingfundurin verður hildin ólavsøkudag, har løgmaður heldur ólavsøkurøðu sína. Men tá ólavsøkudagur hevur verið sunnudag, hevur verið gamalt at útseta tingfundin til mánadagin eftir. Orsøkin til hetta hevur verið, at stýrisskipanarlógin hevur sagt, at tingfundur bert kann haldast sunnudag í heilt serligum førum ? til dømis, um kríggj er brostið á.

 

Men í nýggju stýrisskipanarlógini er tingformanninum vorði loyvt at seta ólavsøkutingsetuna sunnudag. Grundgevingin fyri hesum er, »at tað ikki kann haldast at ganga ímóti kristna grundarlag føroyinga at halda henda serliga hátíðarliga tingfund sunnudag vegna tess, at gudstænasta verður hildin fyrst, og einki politiskt kjak fer fram henda dag, men bert løgmansrøðan um støðu landsins verður hildin.«

 

 

 

Skrúgonga úr túninum

 

Skrúgongan í ár verður eisini eitt sindur ørðvísi enn onnur ár. Orsakað av, at tinghúsið í løtuni verður umbygt innan, ber ikki til at koma inn í tingsalin. Tí fer skrúgongan úr túninum uttan fyri tinghúsið.

 

Sjálvur tingfundurin á ólavsøku verður hildin í Útvarpshøllini, har løgtingið skal búleikast til september.