Samstarvsyvirlýsing

? millum Inuit Ataqatigiit, Tjóðveldisflokkin og Vinstrihreyfingina - grænt framboð.
Undirritaðu formenn í teimum trimum flokkunum í Útnorði, sum hava samhaldsfesti og umhvørvispolitikk í sínum stevnum, vátta hervið viljan hjá okkara flokkum at samstarva og styrkja bondini millum okkara flokkar og tjóðir. Hetta verður at fremja við m.ø. hesum stigum:
1. At skipa fyri fundum - í minsta lagi árliga - millum leiðslurnar í flokkunum til tess at viðgera felags áhugamál og at menna samstarv okkara.
2.At bjóða floksumboðum á landsfund hvør hjá øðrum og til onnur tiltøk av felags áhuga.
3.At virka fyri øktum samstarvi millum ungdómsfeløg í flokkunum og at stuðla og eggja ungdómi til at hittast at skifta orð um politiskar hugsjónir og visiónir.
4.At arbeiða í felag - úti sum heima - til tess at samskipa og tryggja áhugamálini hjá tjóðunum í Útnorði.
Flokkarnir eru samdir um at leggja serligan dent á hesi samstarvsøki:
- Sjálvsavgerðarrættur og fullveldi tjóðanna
- Verjupolitikkur
- Uttanríkispolitikkur
- Altjóða samhaldsfesti
- Mannarættindi og -skyldur
-Sosialmál og vælferðarmál
-Lokal menning og økismenning
-Umhvørvismál og burðardygg troytan av náttúrutilfeinginum
-Mentan og verju av tjóðarmálum og tjóðararvi
Undirskrivað í Nuuk, september 2002
Vegna: Inuit Ataqatigiit: Josef Motzfeldt
Tjóðveldisflokkin: Høgni Hoydal
Vinstrihreyfingina - grænt framboð: Steingrímur J. Sigfússon