Jákup fer aftur til Molde

Í gjár gjørdi føroyski landsliðsmálverjin av, at hann fer at halda fram í norska felagnum í tvey ár afturat

 

Jákup Mikkelsen fer at halda fram at spæla fótbólt í Molde í Noregi. Tað varð gjørt av í gjár:

? Eg havi boðað teimum frá, at eg eri sinnaður at halda fram. Onkrar broytingar eru gjørdar, sammett við sáttmálauppskotið, sum teir spældu út við, og nú flyta vit øll til Molde, sigur Jákup Mikkelsen, sum nú saman við konuni og børnunum báðum fer at fyrireika seg til at flyta.

Í Molde fara teir mánadagin 26. november undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.


Kennir korini

Jákup Mikkelsen veit, at hann skal kappast við tveir aðrar málverjar um plássið millum stólparnar á besta liðnum. Talan er um Knud Erik Bakke, sum eitt stutt skifti í summar varð valdur framum Jákup Mikkelsen, og so Eddie Gustafsson, sum er ein góður svenskur málverji.

Ert tú ikki bangin fyri, at tú ein stóran part av tíðini fert at sita á beinkinum?

? Tað eru møguleikar fyri tí, men eg ætli at gera mítt fyri at vinna plássið á besta liðnum. Í so máta havi eg royndir. Tá eg kom til Herfølge, byrjaði eg sum triði málverji, men tað eydnaðist at koma á besta liðið. Á landsliðnum var eg leingi á beinkinum, men tað eydnaðist eisini har at vinna fyrsta plássið, staðfestir Jákup Mikkelsen.