Sam sigla um Leirvíksfjørð

Sam kann loysa part av trupulleikanum um Leirvíksfjørð heldur enn at keypa eitt skip afturat

 

Landsfundur


Klaksvík: Tað er ikki neyðugt at keypa avloysaraskip til Leirvíksfjarðarleiðina. Tað er bara at seta Sam í siglingina har, segði Sámal Petur í Grund á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Tað var Karl Heri Joensen úr Klaksvík, sum á landsfundinum hevði at tingmanning floksins fyri ikki at taka undir við broytingaruppskotinum hjá Vilhelmi Johannesen, tá eykajáttanarlógin fyri september var fyri. Tað var har, hann skeyt upp at keypa avloysaraskip til Strandferðsluna at sigla um Leirvíksfjørð.

Sámal Petur í Grund svaraði, at hann hevði hoyrt norðoyartingmenn tosað um, at tað var ikki neyðugt at keypa nakað skip, tí Sam kundi brúkast til endamálið. Hann er avloysaraskip kortini.

Men tað hevði landsstýrismaðurin við vinnumálum ongantíð biðið um, segði Sámal Petur í Grund. Hann segði, at tað komst partvís av mótstøðu frá Strandferðsluni og manningin sjálvari, segði hann.

Hann metti samstundis, at Sam eisini kundi verið nýttur at sigla í Kallsoynna við.

Men tí var Schumann Hansen úr Kaksvík ikki samdur við honum í.

?Tað er stutt og greitt einki atløgupláss, sum Sam kann brúka á Kallsoynni, segði hann.

Hann helt tað vera rættast at leiga eitt avloysaraskip, til Ternan verður leys av Vestmannasundi, tá undirsjóvartunnilin kemur vestur í Vágar. So kunnu Ternan og Dúgvan í felag røkja siglingina um Leirvíksfjørð. Tað metti hann vera ta frægastu loysnina.