fara at senda onkrar teknikarar norður einaferð í dag, tá skipið er kólnað. Hesir fara at royna at finna út av, hví eldur kom í skipið, visti vaktleiðarin at siga í morgun. Sum skilst, var ætlanin at selja [...] Klaksvík um, at eldur var í trolaranum, Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík. Tað vísti seg, at eldurin byrjaði á brúnni, og síðan spreiddi hann seg niður í skipskømrini, har truplari var at sleppa til [...] løgreglustøðini visti í morgun at siga, at fyrr um kvøldið høvdu einir 10-20 ungdómar spælt umborð í Slættabergi og í skipinum, sum lá við síðuna av. - Soleiðis, sum vit hava skilt, varð runnið millum skipini
Ætlanin er at betra umstøðurnar hjá granskarum og starvsfólki at virka í oynni og at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða. Fyri at náa hesum endamáli [...] endamáli, er neyðugt at betra um karmarnar í oynni. Hetta verður gjørt við at endurbyggja nøkur av gomlu húsunum Noðri í Gerði og at byggja tveir nýggjar bygningar norðanfyri býlingin. Endurreistu húsini [...] summar. At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara. Tjóðsavnið takkar hansara hátign fyri heiðurin. Til ber at lesa
vita, at vit bert røkka á mál við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru og sum ikki fáa brennievni. Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta [...] vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum. Tí harmast vit veruliga, at semingin ikki bar á mál. [...] arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram. Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag. At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki
burðardygd umframt trivnaðin hjá teimum, sum fara at brúka høllina. - Tað er spennandi at kunna vera við í hesi stóru verkætlan og at tryggja, at stórhøllin verður útgjørd við dygdargóðum loysnum [...] fyritøkurnar, Demich og Maria Poulsen, sum í felag koma at taka sær av hesum arbeiði. Avtalan, sum er gjørd við ArtiCon, fevnir um at tryggja, at stórhøllin fær nøktandi og framkomnar loysnir innan hita [...] samstarvsfelagi í hesari stóru verkætlan, sum fer at gagna bæði ítróttarfólkum og øðrum brúkarum av høllini. - Tað gevur meining, at vit samstarva um at loysa hesa uppgávuna. Talan er um eina stóra
heldur, at USA nú tekur eina uppgerð við sín lítla og gamla ísbrótaraflota og dubbar seg. Týðandi orsøk er, at USA stúrir fyri, at Russland og Kina fara at fáa ov stóra ávirkan í Arktis. Sambært AP hevur [...] halda USA, Kanada og Finnland, at neyðugt verður at seta gongd á vesturlendska framleiðslu av ísbrótarunum. Umframt at byggja ísbrótarar til sín sjálvs ætla tey trý londini, at tey frameftir kunnu byggja [...] styrkja støðu sína í Arktis, og ein partur av hesum verður at byggja nýggjar ísbrótarar. Tí hevur USA gjørt avtalu við Kanada og Finnland um at byggja nýggjar ísbrótarar saman. Avtalan, sum hevur fingið
ólavøskurøðu løgmans verður sipað til, at Búskaparráðið hevur víst á, at tað hevur avgerandi týdning fyri haldførið á føroyska búskapinum, at fólkapensjónsaldurin verður hækkaður meira enn tað, [...] almannapensjónslógini. Landsstýrið miðar eftir at gera eina breiða semju um pensjónsaldurin, og landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka pensjónsaldurin galdandi frá 2035. Skipanin [...] Almannaverkinum ger tað møgu- ligt at broyta skipanina, men neyðugt er eisini við lógarbroyting. Landsstýriskvinnan ætlar tí at leggja uppskot fyri tingið um, at pensjónin hvønn mánað skal ásetast
ætlanir um at víkja frá hesi mannagongd. »Tað skal tó verða lagt afturat, at um farið verður frá felagskvotum til at luta fiskirættindi hjá ídnaðarskipum sum egnar kvotur grundað á aðalregluna um at býta javnt [...] tillutað. Í svarskrivi sínum skrivar Fiskimálaráðið, at tey illa fáa veit nakra vissu fyri hesum. »Mett hevur verið, at felagskvota tænti best endamálinum at fiskirættindi hjá ídnaðarskipunumv verða fult gagnnýtt [...] sannlíkt, at tey trý navngivnu skipini fara at fáa 4/7 av felagskvotunum hjá ídnaðarskipunum, um talið av ídnaðarskipum er óbroytt. Hetta avarkar tó iikki møguleikan hjá Fiskimálaráðnum seinni at lata onkrum
sunnudagin. Forsetin sigur seg vera til reiðar at taka neyðug stig fyri at geva kvinnunum betri møguleikar at fáa sær fleiri børn. Eitt nú er hann sinnaður at stytta arbeiðsdagin hjá kvinnunum. Hálvalmenna [...] tíðindastovan Isna skrivaði í gjár, at Ahmadinejad hevur eina ávísa ætlan við at biðja kvinnurnar fáa sær fleiri børn. Sambært tíðindastovuni heldur hann, at hesi boðini fara at koma Vesturheiminum illa við, [...] fólkatalið upp á 120 milliónir, og tí skulu kvinnurnar fáa fleiri børn enn nú. -Tey siga, at tað er nóg mikið at hava tvey børn. Men tað haldi eg ikki. Okkara land kann klára nógv meiri enn so. Vit hava
vísti hann eisini á, at landsstýrismenn og Løgmaður eiga at biðja um at fáa spurningar skrivliga, tá ið teir meta, at teir eru ov umfatandi. Annars staðfestir Løgtingsformaðurin, at eftir tingskipanini [...] útgreina hetta nærri. Hann sigur, at tá ið klagan frá Tjóðveldisflokkinum kemur, verður hon viðgjørd og eitt svar skrivað. Annars føldi Edmund Joensen sjálvur, at tað var neyðugt at geva løgtinginum, landsstýrinum [...] staðfesti, at spurningar skulu verða stuttir og greiðir og at summir spurningar, ið settir vóru fram, vóru óegnaðir til ein munnligan spurning, tí teir vóru so umfatandi, men áttu heldir at verið settir
gar eru á skránni. Gerhard Lognberg sigur í viðmerking, at tað liggur á ljóði, at Pf. Fiskaaling ger klárt at fara undir toskaaling. Hetta er at fegnast um, tí toskaaling kundi við tíðini ført nógvar inntøkur [...] eisini á, at í samgonguskjalinum stendur, at »Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka. Virksemið við Áir heldur fram.« Hetta kann illa merkja annað, enn at lívfiskastøðin [...] tykist tað heldur løgið, at lívfiskastøðin í Skopun ikki verður nevnd, tá ført verður fram, at toskaaling verður eitt høvuðsøki hjá Pf. Fiskaaling, sigur Gerhard Lognberg. Hann heldur, at Lívfiskastøðin í Skopun