Løgtingslógin ásetur harafturat, at pensjónsaldurin frameftir skal ásetast í løgtingslóg 10. hvørt ár við eini 10 ára freist – fyrstu ferð í 2025 galdandi frá 2035.
Í ískoytispartinum til ólavøskurøðu løgmans verður sipað til, at Búskaparráðið hevur víst á, at tað hevur avgerandi týdning fyri haldførið á føroyska búskapinum, at fólkapensjónsaldurin verður hækkaður meira enn tað, sum longu er ásett í almannapensjónslógini. Landsstýrið miðar eftir at gera eina breiða semju um pensjónsaldurin, og landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka pensjónsaldurin galdandi frá 2035.
Skipanin við umrokning og eftirrokning av pensjónum er stirvin, umsitingarliga tung og kann seta pensjónistar í eina trupla fíggjarliga støðu. Tøkniliga menningin í Almannaverkinum ger tað møgu- ligt at broyta skipanina, men neyðugt er eisini við lógarbroyting. Landsstýriskvinnan ætlar tí at leggja uppskot fyri tingið um, at pensjónin hvønn mánað skal ásetast við støði í inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. Á henda hátt verður pensjónin javnað, so hvørt sum inntøkuviðurskiftini hjá pensjónistunum broytast, og harvið slepst undan trupulleikanum við stórum eftirrokningum til fólkapensjónistar.
Harumframt er neyðugt at tillaga almannapensjónslógina soleiðis, at hon verður í samsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd. Ítøkiliga er neyðugt at fáa greiðari reglur um, hvussu persónar, sum eisini hava búð og arbeitt í øðrum londum enn í Føroyum, skulu innvinna rættin til almannapensjón.











