Hetta var ikki nóg gott

Christian Høgni Jacobsen ásannar, at tað var sera torført hjá teimum, tá ið TB verjan lá so aftarlaga og var bæði tøtt og stór

NSÍ

Christian Høgni Jacobsen var um reppið at javna til 1-1 í 1. hálvleiki, men bólturin endaði á stólpanum. Fram ímóti dystarenda átti hann næstsíðsta fótin á, tá ið Andy Olsen javnaði og harvið syrgdi fyri, at eitt stig var í Runavík.
- Hatta var ikki nóg gott. Vit fingu eitt mál ímóti okkum beinanvegin, og talan var um púra óneyðugt mál. Talan var um afturlegging til Jens Martin, sum fór so mikið skeiv, at bólturin fór út til horna. At teir skoraðu skakaði okkum heilt týðuliga, og tá ið vit ikki megnaðu at gera mál í 1. hálvleiki bar tað við sær, at tíðin kendist ganga eyka skjótt eftir steðgin, heldur Christian Høgni Jacobsen.
Tit kunnu ikki vera nøgdir við eitt stig á heimavølli ímóti uppflytarunum?
- Um vit skulu vera við í toppinum, so krevst tað, at vit vinna á heimavølli, men tað evnaðu vit ikki hesa ferð. Vit megnaðu ikki at taða verjuna sundur. Teir lógu aftarlaga, og Óli og hin stóri maðurin í miðverjuni dugdu væl at stýra. Um vit høvdu havt skorað fyrst og kanska tíðliga, so hevði talan ivaleyst verið um heilt øðrvísi gongd. Men tað gjørdu vit ikki, og so gekk tað fyri seg eftir teirra treytum, staðfestir Christian Høgni Jacobsen.