USA vil styrkja støðu sína í Arktis, og ein partur av hesum verður at byggja nýggjar ísbrótarar.
Tí hevur USA gjørt avtalu við Kanada og Finnland um at byggja nýggjar ísbrótarar saman.
Avtalan, sum hevur fingið heitið Icebreaker Collaboration Effect, varð fráboðað á NATO toppfundinum í Washington.
Danmarks Radio skrivar, at samstarvið skal styrkja ídnaðin í teimum trimum londunum innan skipabygging og eisini hava við sær tættari trygdar- og búskaparsamstarv. Fyrsta átakið í ICE-avtaluni verður, at londini samstarva um at byggja teir bestu arktisku ísbrótararnar og aðra útgerð, sum kann brúkast í arktiska økinum.
Granskarin Flemming Splidsboel, sum starvast á Dansk Institut for Internationale Studier, heldur, at USA nú tekur eina uppgerð við sín lítla og gamla ísbrótaraflota og dubbar seg. Týðandi orsøk er, at USA stúrir fyri, at Russland og Kina fara at fáa ov stóra ávirkan í Arktis.
Sambært AP hevur USA bert tveir ísbrótarar, sum báðir eru gamlir, Kanada hevur níggju og Finnland tólv. Russland hevur 36. Tí halda USA, Kanada og Finnland, at neyðugt verður at seta gongd á vesturlendska framleiðslu av ísbrótarunum.
Umframt at byggja ísbrótarar til sín sjálvs ætla tey trý londini, at tey frameftir kunnu byggja ísbrótarar til onnur lond, skrivar DR.











