Hava onga vissu

Sambært brævaskiftinum millum Fiskimálaráðið og advokatin hjá Sea Freeze, hevur felagið onga vissu fyri, at keyptu kvoturnar ikki broytast í framtíðini

Fiskivinna

Tá P/F Sea Freeze keypti tey trý ídnaðarskipini, Sheanne, Bettina og June-D, fylgdu 4/7 partar av felagskvotuni hjá ídnaðarskipum við í handlinum.
Í skrivi til Fiskimálaráðið verður staðfest, at felagið vil hava vissu fyri, at loyvini verða verandi ogn hjá P/F Sea Freeze, og felagið ikki kann gera nakra stóra íløgu í skip, so leingi sum vissa ikki er fingin fyri, hvørji rættindi verða tillutað.
Í svarskrivi sínum skrivar Fiskimálaráðið, at tey illa fáa veit nakra vissu fyri hesum.
»Mett hevur verið, at felagskvota tænti best endamálinum at fiskirættindi hjá ídnaðarskipunumv verða fult gagnnýtt. Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at víkja frá hesi mannagongd.
»Tað skal tó verða lagt afturat, at um farið verður frá felagskvotum til at luta fiskirættindi hjá ídnaðarskipum sum egnar kvotur grundað á aðalregluna um at býta javnt millum skipini, er sannlíkt, at tey trý navngivnu skipini fara at fáa 4/7 av felagskvotunum hjá ídnaðarskipunum, um talið av ídnaðarskipum er óbroytt.
Hetta avarkar tó iikki møguleikan hjá Fiskimálaráðnum seinni at lata onkrum skipi afturat burtur av fiskirættindunum hjá ídnaðarskipum, sum síðani kann ávirka oman fyri nevnda brøk«
Hvørt hetta verður roknað sum nakað garanti hjá keypara, er ilt at siga. Men undir øllum umstøðum varð handilin gjøgnumførdur fyri ikki minni enn 101 mió kr.