Sandoyggin er lívfiskaøki

Tá tað er felt í samgonguskjalið, at Sandoygginer lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka, so kann tað illa merka annað en, at kynsbótararbeiðið við toskur verður framt har, heldur Gerhard Lognberg

 Hvør er ætlanin við lívfiskastøðini í Skopun? Er hon partur av útbyggingarætlanunum hjá P/F Fiskaaling? Og nær kann væntast, at aling av toski verður veruleiki?
Hesar spurningar fer Gerhard Lognberg at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni á tingfundinum í morgin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Gerhard Lognberg sigur í viðmerking, at tað liggur á ljóði, at Pf. Fiskaaling ger klárt at fara undir toskaaling.
 Hetta er at fegnast um, tí toskaaling kundi við tíðini ført nógvar inntøkur við sær til landið. Lívfiskastøðin í Skopun hevur havt ein sera virknan leiklut í alingini í Føroyum. Tí tykist tað heldur løgið, at lívfiskastøðin í Skopun ikki verður nevnd, tá ført verður fram, at toskaaling verður eitt høvuðsøki hjá Pf. Fiskaaling, sigur Gerhard Lognberg.
Hann heldur, at Lívfiskastøðin í Skopun hevur virkað væl øll árini og hevur verið eitt týdningarmikið íkast til føroyska aling. Harafturat hevur lívfiskastøðin havt stóran týdning sum arbeiðspláss í einum øki, har ikki ov mikið av arbeiði er frammanundan.
Gerhard Lognberg vísir eisini á, at í samgonguskjalinum stendur, at »Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka. Virksemið við Áir heldur fram.«
 Hetta kann illa merkja annað, enn at lívfiskastøðin í Skopun verður tað staðið, har kynsbótararbeiðið við toski verður framt, heldur Gerhard Lognberg.