Í dag búgva umleið 70 milliónir fólk í Iran, men tað er ikki nóg mikið sambært Mahmoud Ahmadinejad, forseta. Hann vil hava fólkatalið upp á 120 milliónir, og tí skulu kvinnurnar fáa fleiri børn enn nú.
-Tey siga, at tað er nóg mikið at hava tvey børn. Men tað haldi eg ikki. Okkara land kann klára nógv meiri enn so. Vit hava pláss fyri 120 milliónum fólkum, segði forsetin í einari røðu í tjóðartinginum sunnudagin.
Forsetin sigur seg vera til reiðar at taka neyðug stig fyri at geva kvinnunum betri møguleikar at fáa sær fleiri børn. Eitt nú er hann sinnaður at stytta arbeiðsdagin hjá kvinnunum.
Hálvalmenna iranska tíðindastovan Isna skrivaði í gjár, at Ahmadinejad hevur eina ávísa ætlan við at biðja kvinnurnar fáa sær fleiri børn. Sambært tíðindastovuni heldur hann, at hesi boðini fara at koma Vesturheiminum illa við, tí leiðararnir vestanfyri fara at síggja Iran sum eina hóttan, um fólkatalið har veksur ov nógv.
Tann nýggi politikkurin er í andsøgn við politikkin, sum myndugleikarnir róku í áttatiárunum. Tá eydnaðist tað Rafsanjani, forseta at fáa prestastýrið at góðtaka eina skipan, sum skuldi avmarka barnatalið. Tað virkaði eisini. Frammanundan áttu iransku kvinnurnar 3,2 børn í meðal, men aftaná fór meðaltalið niður í 1,7.