Hansen, stjóri í Statoil váttar, at tey eru í ferð við at testa brunnin. Hann váttar, at hetta er tann næsti av trimum brunnum, sum verða boraðir fyri at vita, hvussu stór oljukeldan er og hvussu hon háttar [...] Nú vátta bæði Chevron og Statoil, at tey eru í ferð við at testa ella royndarframleiða í brunninum. Murial Roberts, pressustjóri hjá Chevron sigur við Sosialin, at tey testa brunnin. Eisini Rúni M. Hansen [...] Sum skilst, so sær hetta eftir øllum at døma sera lovandi út. Hetta kann vera byrjanin til fyrstu fyrireikingarnar at fara undir eina oljuframleiðslu tætt upp at føroyskum marki.
reiðaríið, at Thomas Magnussen hevur avgjørt at leggja frá sær. Sagt verður í tíðindaskrivi, at nevnd og stjóri ikki longur eru á einum máli um, hvussu felagið skal rekast frameftir, og tí er semja um, at stjórin [...] verður í skrivinum endurgivin fyri at siga, at fráfarandi stjórin eigur sín stóra part av betraða úrslitinum. Andras Róin sigur við Portalin, at talan ikki er um, at Thomas Magnussen er uppsagdur, men [...] rósar sum nevnt fráfarandi stjóranum og sigur, at tað hevur verið turbulent seinastu tíðina hjá Smyril Line. Hann leggur tó afturat, at hetta ikki kemur at ávirka siglingina hjá Norrønu. Í morgin verður
eftir, at bólkurin skuldi byrja at spæla. Við dansi og songspølum var tað eitt sindur sum at vera á ungdómslegu. Proclaim er ein rættiliga ungur bólkur, og tí var tað undrunarvert at hoyra, at bólkurin [...] burturi. Tað tók yvirraskandi langa tíð at loysa, men nærum ein hálvan tíma seinkaður byrjaði bólkurin at spæla. Bólkurin eigur rós fyri, hvussu væl teir loystu uppgávuna at halda lagið gott millum áskoðararnar [...] niður í minstu detalju, og eina løtu helt eg, at Jógvan Hansen var komin á pall. Í næsta lagi skifti stílurin nakað, og restin av konsertina var sum at hoyra Taxi. Løgini mintu sera nógv um løg hjá Prix
Hetta hevur við sær, at bløðini hava verið munandi skerd í síðutali seinastu vikurnar Tað er partvís fyri at endurnýggja maskinurnar og partvís fyri at kunna prenta fleiri síður í litum, at Prentmiðstøðin byggir [...] vera í liti. Tá útbyggingin er liðug, ber til at prenta 32 síður í litum, meðan síðutalið verður skert til 48 síður. Hetta fer kortini ikki at merkja, at bløðini tódna, tí við hesi útbyggingini verður [...] sum kann leggja bløðini saman, soleiðis at blaðið við tveimum koyringum kann prentast í 96 síðum. Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini, sigur, at tey rokna við at kunna prenta bløðini í við eitt sindur
viðførir somuleiðis, at norðurlond eru sera knýtt at umheiminum fyri at skapa arbeiðsmøguleikar og vælferð. Hetta er eisini orsøkin til, at norðurlendska samstarvið í løtuni savnar seg um at styrkja kappingarførið [...] beinanvegin at vísa samhaldsfesti og virkisføri. Fremsta átakið, sum norðurlendsku stjórnirnar framdu fyri at sýna samhaldsfesti, var at hjálpa Íslandi við lánum úr altjóða valutagrunninum. Men vit meta at meira [...] meira má gerast fyri ítøkiliga at hjálpa Íslandi í hesi torføru støðuni, sum landið er komið í. Tí hava vit álagt aðalskrivaranum í norðurlendska ráðharraráðnum at venda aftur til samstarvsráðharrarnar við
tað er lítið at ivast í, at komandi hólmgongufundir í stóran mun eru ætlaðir at føla hvønn annan upp á tennirnar Á tíðindafundi í morgun boðaðu Tjóðveldi og Sambandið frá, at flokkarnir fara at skipa fyri [...] fundirnir klokkan 20. Fyri at gera alt meiri festligt og fyri at skapa stemning og eggja fólki til at koma til fundirnar, fara flokkanir at koyra runt í økinum undan fundunum. Vónað verður at endurskapað stemningin [...] útvarpi ella sjónvarpi, og tí er hetta ein roynd at sleppa undan 20 sekunds-valstríðnum, var ført fram á tíðindafundinum. Samstundis er hetta ein roynd at sleppa undan toppstýrda valstríðnum, sum í størstan
Eitt av mínum hjartamálum er at fáa okkara barnsburðarfarloyvi longt til 1 ár! Verði eg vald 19.januar, fari eg at taka hesi viðuskifti í stórsta álvara og fari at arbeiða fyri heildarloysnum, tá tað um [...] føroyingar fáa vit, at taka sær av okkara gomlu og annars at lyfta felags byrðar. Og soleiðis kundi eg hildið áfram. Týdingarmestu grundgevingina kenna vit øll: Øll børn burdu havt rættin at veri heima hjá [...] fyrsta liviárið. Í dagsins samfelagi skulu tvær inntøkur til fyri at fáa vanliga húsarhaldið at mæla runt. Tí hava foreldur ikki ráð at ganga heima við ongari inntøku, vegna forlongt barnsburðarfarloyvi
mikið sannførandi, at eingin ivi var um, at felagið ynskti at fáa Sanyiu at koma aftur í ár. Kvinnurnar og venjarin Turið Nattestad gleða seg til at Sanyia kemur. Spennandi verður at síggja, hvat hon hevur [...] Annu Kristinu Niclasen at fáa tað tekniska uppá pláss og at fáa alt at sita, sum tað skal. Serian hjá kvinnunum kemur í aðru viku. Tá kemur russiska Sanyia Glyzine til Føroya at venja kvinnurnar nakrar [...] unglingunum í Havnar Fimleikafelag. Eyð Strøm var komin at venja unglingarnir seriuna, sum tær skulu kappast við í ár. Áðrenn Eyð fór til Danmarkar í fjør at lesa til arkitekt, vandi hon trý kappingarlið hjá
fer tá at verða lagdur á at velja trø, sum vaksa væl í Føroyum. Umframt at skapa hugna og vakurleika, er síðuvinningurin at varðveita og skapa mold og lívd, og samstundis fer hitin á staðnum at hækka 1-2 [...] planta 1000 trø! Vit fara at ganga í fótasporum Djóna í Geil, og planta miðbýin av nýggjum. Planting í stórum í Suðurstreymi skal verða so gjøgnumførd, at restin av landinum fer at taka hetta til sín sum [...] hjá menniskjum. Tað eigur ikki at bera til uttan víðari at fella trø inni í býnum, og um hetta verður gjørt, skal viðkomandi sektast fyri illgerningin og verða álagdur at planta nýtt fyri tað felda træi
Samstundis sum landsstýrismaðurin frøðist um, at frágreiðingin er eitt tekin um, at búskaparpolitikkurin er á góðari leið, harmast hann um, at tað ikki hevur eyðnast at tálma ovurhitingini meiri á verandi fí [...] frágreiðingini frá Tjóðbankanum. Samstundis metir Tjóðbankin eisini, at land og kommunur eiga at reka ein tálmandi búskaparpolitikk fyri ikki at skunda undir ovurhitaða búskapin, staðfestir Magni Laksáfoss, [...] nýggjari frágreiðing staðfestir danski Tjóðbankin, at føroyski búskapurin ?koyrir í hægsta geari? Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frøist um, at samsvar er millum útmeldingarnar frá Fíggjar