Andras Róin verður arbeiðandi nevndarformaður fulla tíð, til nýggjur stjóri er settur
Júst nú er nevndarfundur í Smyril Line, har tann nýggja støðan í felagnum óivað verður viðgjørd.
Fyri løtu síðani kunngjørdi reiðaríið, at Thomas Magnussen hevur avgjørt at leggja frá sær.
Sagt verður í tíðindaskrivi, at nevnd og stjóri ikki longur eru á einum máli um, hvussu felagið skal rekast frameftir, og tí er semja um, at stjórin leggur frá sær.
Andras Róin, nevndarformaður, verður í skrivinum endurgivin fyri at siga, at fráfarandi stjórin eigur sín stóra part av betraða úrslitinum.
Andras Róin sigur við Portalin, at talan ikki er um, at Thomas Magnussen er uppsagdur, men nevndarformaðurin vil ikki greiða nærri frá, hvat ósemja hevur verið um.
Andras Róin sigur seg vænta, at ein ella tveir fyribilsstjórar verða settir beinanvegin, men til hetta er gjørt, verður hann sjálvur sonevndur arbeiðandi nevndarformaður fulla tíð í reiðarínum.
Andras Róin rósar sum nevnt fráfarandi stjóranum og sigur, at tað hevur verið turbulent seinastu tíðina hjá Smyril Line. Hann leggur tó afturat, at hetta ikki kemur at ávirka siglingina hjá Norrønu.
Í morgin verður aðalfundur hildin í Smyril Line. Hesin skuldi kortini verða hildin nú, og hevur einki við stjóraskiftið at gera.