Planting av býnum og í kringumhvørvinum

Vit skulu planta túsund trø................

Vit skulu planta 1000 trø! Vit fara at ganga í fótasporum Djóna í Geil, og planta miðbýin av nýggjum.

Planting í stórum í Suðurstreymi skal verða so gjøgnumførd, at restin av landinum fer at taka hetta til sín sum ein frymil fyri planting um alt landið. Dentur fer tá at verða lagdur á at velja trø, sum vaksa væl í Føroyum.

 

Umframt at skapa hugna og vakurleika, er síðuvinningurin at varðveita og skapa mold og lívd, og samstundis fer hitin á staðnum at hækka 1-2 stig og skapa betri livilíkindi hjá plantum og djórum, og í síðsta enda hjá menniskjum.

 

Tað eigur ikki at bera til uttan víðari at fella trø inni í býnum, og um hetta verður gjørt, skal viðkomandi sektast fyri illgerningin og verða álagdur at planta nýtt fyri tað felda træi.

 

Vit sum hava verið í Bergen síggja hvussu vakur hesin býur er við trækløddum fjøllum og líðum.

Fyri um 150 árum síðan var einki træ í Bergen, tað vit síggja eru planta trø.

 

Til ber eisini hjá okkum at planta, um ikki so nógv og tætt, so ber til við planting í líðum og dølum at skapa hugnaligar og fjálgar viðalundir.

 

 

Vit skulu planta túsund trø.......