Russi styrkir FM-vónirnar í Havn

Bæði kvinnurnar og unglingarnir hjá Havnar Fimleikafelag ætla sær at verða føroya-meistarar í ár. Tær venja hart, og hesa tíðina eru seriurnar á skánni. Í hesum sambandi hevur Eyð Strøm verið heima og lært unglingarnir teirra seriur, og í aðru viku fáa kvinnurnar vitjan av russisku Sanyia Glyzine

Fimleikur

 

Dagarnir í seinastu viku og um vikuskiftið vóru langir hjá unglingunum í Havnar Fimleikafelag.

Eyð Strøm var komin at venja unglingarnir seriuna, sum tær skulu kappast við í ár. Áðrenn Eyð fór til Danmarkar í fjør at lesa til arkitekt, vandi hon trý kappingarlið hjá HF. Og blivu øll hennara lið føroyameistarar. Sunnudagin var framførsla fyri foreldrum og øðrum HF fjepparum í høllini á Stórheyggi, og serian í ár er einki undantak. Hon borgar fyri góðsku, so nú er »bert« eftir hjá fimleikarunum og venjarunum Ruth Smith og Annu Kristinu Niclasen at fáa tað tekniska uppá pláss og at fáa alt at sita, sum tað skal.

Serian hjá kvinnunum kemur í aðru viku. Tá kemur russiska Sanyia Glyzine til Føroya at venja kvinnurnar nakrar dagar.

Tá HF kvinnurnar blivu føroyameistarar í fjør, hevði Sanyia Glyzine gjørt seriuna við temanum »Jeanne d`arc«. Úrslitið var so mikið sannførandi, at eingin ivi var um, at felagið ynskti at fáa Sanyiu at koma aftur í ár.

Kvinnurnar og venjarin Turið Nattestad gleða seg til at Sanyia kemur. Spennandi verður at síggja, hvat hon hevur í viðførinum hesaferð.

Sanyia hevur eisini onnur góð úrslit at vísa á, eitt nú gjørdi hon seriuna til heimsmeistararnar Janika í fyrraári.