Hóast flokkarnir avsanna tað er lítið at ivast í, at komandi hólmgongufundir í stóran mun eru ætlaðir at føla hvønn annan upp á tennirnar Á tíðindafundi í morgun boðaðu Tjóðveldi og Sambandið frá, at flokkarnir fara at skipa fyri sopnevndum hólmgongufundum upp undir valið 19. januar.
Orsøkirnar tl fundirnar eru, at valevnini skulu lættari sleppa til orðanna, samstundis sum flokkarnir kunnu gera hetta á ein bíligan hátt.
Tað er ógvuliga avmarkað, hvat sigast kann í ein hálvan ella heilan minutt í útvarpi ella sjónvarpi, og tí er hetta ein roynd at sleppa undan 20 sekunds-valstríðnum, var ført fram á tíðindafundinum.
Samstundis er hetta ein roynd at sleppa undan toppstýrda valstríðnum, sum í størstan mun verður dirigerað av fjølmiðlunum.
Talan verður um fýra hólmgongur, har tann fyrsta verður í annaðkvøld í Skálanum í Klaksvík. Síðani verður farið til Fuglafirðar ði Mentanarhúsið leygarkvøldið, áðrenn leiðin týsdagin gongur suður til Vágs, har fundurin verður í VB-húsinum. Endað verður í Læraraskúlahøllini í Tórshavn hóskvøldið. Øll kvøldini byrjað fundirnir klokkan 20.
Fyri at gera alt meiri festligt og fyri at skapa stemning og eggja fólki til at koma til fundirnar, fara flokkanir at koyra runt í økinum undan fundunum.
Vónað verður at endurskapað stemningin frá góðu gomlu valfundunum, har glímingin var eins korporlig sum oral.