Útbygging skerjir bløðini

Prentmiðstøðin hjá Dimmalætting og Sosialinum verður í hesum døgum útbygd. Hetta hevur við sær, at bløðini hava verið munandi skerd í síðutali seinastu vikurnar

Tað er partvís fyri at endurnýggja maskinurnar og partvís fyri at kunna prenta fleiri síður í litum, at Prentmiðstøðin byggir út.

Prentmiðstøðin varð stovnað í 2000. Tá løgdu Sosialurin og Dimmalætting prentsmiðjurnar saman. Prentmiðstøðin leigar prenthøllini hjá Dimmalætting. Tá Prentmiðstøðin byrjaði, vórðu tær bestu maskinurnar hjá Sosialinum, sum hevði prentsmiðju á Argjum, og tær bestu hjá Dimmalætting settar saman.


Seinni eru fleiri útbyggingar gjørdar. Higartil hevur Prentmiðstøðin kunnað prentað bløð upp til 56 síður, harav 24 kunnu vera í liti. Tá útbyggingin er liðug, ber til at prenta 32 síður í litum, meðan síðutalið verður skert til 48 síður.


Hetta fer kortini ikki at merkja, at bløðini tódna, tí við hesi útbyggingini verður eisini sett upp ein íleggingarmaskina, sum kann leggja bløðini saman, soleiðis at blaðið við tveimum koyringum kann prentast í 96 síðum.


Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini, sigur, at tey rokna við at kunna prenta bløðini í við eitt sindur fleiri síðum seinni í vikuni, og hann sigur, at tað eisini fer at bera til at prenta vikuskiftisíleggini hjá Sosialurin og Dimmalætting.


Vætnandi verður Prentmiðstøðin liðugt útbygd fyrstu viku í maimánaði.