Í sambandi við norðurlendska samstarvsráðharrafundin í Keypmannahavn í dag, hava ráðharrarnir samtykt hesa felagslýsing: Tá ið norðurlendsku samstarvsráðharrarnir møttust á fundi í Gøteborg í september 2008, ráddu í norðurlondum tíðir við búskaparvøkstri og áliti á framtíðina. Eingin grunaði, at tá ið vit nú tríggjar mánaðir seinni møtast aftur, síggja vit hvussu norðurlond merkja ávirkanina og ógvusligu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni og víkjandi konjunkturum.
Hóast norðurlond eru kend fyri gott alment gjaldføri og støðuga búskaparliga menning, sleppa vit ikki snikkaleys undan avleiðingunum av fíggjarkreppuni. Hetta gjørdist serliga sjónligt fyri Ísland.
Altjóða framgongdin hjá norðurlendska vinnulívinum er grundarlagið undir norðurlendsku vælferðini. Hetta viðførir somuleiðis, at norðurlond eru sera knýtt at umheiminum fyri at skapa arbeiðsmøguleikar og vælferð.
Hetta er eisini orsøkin til, at norðurlendska samstarvið í løtuni savnar seg um at styrkja kappingarførið hjá norðurlondum í einum alheimsgjørdum heimi.
Ógvusligu hendingarnar í heyst eru ein styrkiroynd hjá norðurlendska samstarvinum til beinanvegin at vísa samhaldsfesti og virkisføri.
Fremsta átakið, sum norðurlendsku stjórnirnar framdu fyri at sýna samhaldsfesti, var at hjálpa Íslandi við lánum úr altjóða valutagrunninum.
Men vit meta at meira má gerast fyri ítøkiliga at hjálpa Íslandi í hesi torføru støðuni, sum landið er komið í.
Tí hava vit álagt aðalskrivaranum í norðurlendska ráðharraráðnum at venda aftur til samstarvsráðharrarnar við uppskotum um norðurlendsk átøk at hjálpa Íslandi.