tala fyri seg, so fingu áskoðararnir í øllum førum sjón fyri søgn, tí talan gjørdist ongantíð um ein dyst, ið líktist øðrum enn einum botndysti millum tey bæði liðini, sum higartil hava staðið seg ringast [...] aftan fyri Kyndil og Stjørnuna, sum nú royna at jagstra StÍF fyri at fáa hendur á bronsuni. Við VB og VÍF langt framman fyri hini og Tjaldri langt aftanfyri, hevur besta kvinnudeildin háttað seg soleiðis [...] tonkunum, at frægast mundi vera at taka seg úr kappingini vegna fólkatrot. Um hugsað verður um yngra tilfeingið hjá Neistanum, so skuldi okkurt verið á veg, ið kundi beint fyri oyðimarkargongdini, hetta kappingarárið
Hjartasjúklingum tørvar endurvenjing og annan stuðul fyri at koma fyri seg aftur eftir viðgerð. Til tess at seta hol á, skipar bypass-bólkurin í Hjartafelagnum fyri fyrilestrarkvøldi í MBF-húsunum í Havn, hóskvøldið [...] teimum, sum koma heim eftir viðgerð, og hvat eiga vit at bjóða til tess, at hesi sum skjótast koma fyri seg aftur?" sigur Hjartafelagið í tíðindaskrivi í kvøld.
summum førum eru menninir ákædir fyri rættiliga umfatandi kynsligan ágang, sum hevur vart í fleiri ár, frá ið at døturnar vóru smágentur. Tann eini pápin hevur játtað seg sekan og hann er dømdur at verða [...] vitni skulu avhoyrast. Hjá tí triðja pápanum, sum er ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti eini stjúkdóttir, er rættarmálið útsett til tað lá fyri hjá onkrum vitnum at møta í rættinum, skrivar Sosialurin. [...] Í hesum døgum standa tríggir pápar ákærdir í Føroya Rætti fyri at hava misbrúkt døtur sínar kynsliga. Tann eini hevur fingið dóm. Hjá einum øðrum er rættarmálið ikki liðugt enn og hjá tí triðja er rættarmálið
sigrinum lyfti seg fýra stig frá hóttanini av niðurflyting. Fyri Tottenham kom tapið ógvuliga illa við. Tað ber við sær, at tað nú eru seks stig frá Liverpool á fjórða plássinum, sum ber møguleika fyri atgongd [...] fekk eitt skot fyri bógvin seinnapartin. Tottenham vitjaði Norwich, sum er illa spert í botninum. Fagnaðurin millum viðhaldsfólkini hjá heimaliðnum var øgiligur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. [...] sær, og aftur til fimta plássið og Tottenham. Heimamenninir vóru stak væl upplagdir, og teir spældu seg til eins nógvar og fleiri møguleikar enn mótstøðumenninir. Einsamalla málið skoraði Robert Snodgrass
Í dag og frameftir kunnu fólk lata seg kanna fyri koronu seinnapartar frá klokkan 17 til 19 á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í morgun. Tað er ikki greitt, hvussu koronukanningarnar [...] yvirhøvur vóru fólk tolin og vístu atlit fyri hvørjum øðrum, sigur Landssjúkrahúsið, og somu boð komu frá løgregluni í morgun. Mett verður, at um 1000 fólk lótu seg kanna í gjár. Kanningarmiðstøðin hevur [...] vikuskiftið, men nærri kunning verður um hetta í næstum. Nýggja kanningarmiðstøðin á Eiragarði lat upp fyri fyrstu ferð í gjár, og samanumtikið eydnaðist væl, hóast bíðirøðirnar vóru langar, sigur Landssjúkrahúsið
til jóla. – Vit ynskja ikki at fáa fólk á vitjan, fyrr enn ein hevur latið seg kannað sætta dagin og tryggjað seg frían fyri Corona smittu, siga barrirnar. – Tað skal bert ein persónur til, at alt samfelagið [...] myndina, og at tit ynskja at gera tykkara til at minka um vandan fyri, at føroyska samfelagið skal lata aftur einaferð afturat. Limir í felagnum fyri matstovur, barrir og náttklubbar: Basecamp, Bassalt, Blábar [...] – Fyri at verja samfelagið og okkum sjálvi, vilja vit í matstovu-, barr- og náttarlívsvinnuni heita á útisetar, sum koma heim, um at virða og fylgja tilmælinum um seks-daga karantenu og kanning sætta dag
forða fyri, at korona-smittan skal breiða seg, og tað er ikki so nógv fólk í býnum, sum tað plagar at vera. Fríggjakvøldið var eisini boðað frá, at eldur var í einum húsum í Havn. tað vísti seg at eldur [...] skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni, eftir at løgreglan tók hann við eini smærri nøgd uppi á sær. Annars hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskiftið. Skeinkistøðini lata aftur klokkan 23 fyri at forða [...] baðiverilsinum men húsfólkið fingu sløkt eldin sjálvi. Og leygarnáttina var ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við rúsevnum í blóðinum.
meistarar í at gera tað torført fyri seg sjálvar. Rógvi Weyhe heldur, at liðini í FTZ-deildini sveiggja nógv í sínum avrikum, og í dag møtti teir einum Neistaliði, sum var væl fyri. [...] skoraði Rógvi eitt mál fyri KÍF. Tá eitt korter var eftir var KÍF á odda 15-10, men tá mistu teir takið á dystinum, og tá tveir minuttir vóru eftir javnaði Neistin til 19-19. Lukkutíð fyri heimafólkið megnaði [...] megnaði KÍF at fóta sær aftur seinastu løtuna, og teir knógvaðu seg til ein 22-19 sigur. Rógvi Weyhe viðgongur, at teir fóru í panikk ta einu løtuna, og hann er sera lættur um, at tað koppaði rætta vegin. Hann
Faroe Islands spentu myndatól á seyð fyri at vísa útlendingum føroysku náttúruna og góvu eitt lítið prik til Google fyri, at Google Street View enn ikki var tøkt fyri Føroyar, hevur havt eitt risa lýsingarvirði [...] vísa, at átakið hevur skapt meiri enn 200 milliónir krónur í lýsingarvirði fyri Føroyar sum ferðafólkaland. Átakið spreddi seg skjótt um allan heim og gav føroysku ferðavinnuni hópin av ókeypis umrøðu í [...] í stórum miðlum. Slíka umrøðu hevði annars verið neyðugt at keypt seg til í dýrum dómum. Átakið verður samanborið við kenda átakið hjá Avstralia, har teir lýstu eftir fólki til heimsins besta starv. Tað
løgreglustøðini í Harlem og skal seinni í dag fyri ein dómara. -Hetta rakar ikki bara hann og framtíðina hjá sosialistaflokkinum, men er eisini skaðiligt fyri umdømi Fraklands, sigur politiski viðmerkjarin [...] Cristophe Barbier. -Hetta er ein bumba í forsetavalinum, og skuldi tað víst seg, at Strauss-Kahn er ósekur, má hann kortini taka seg burtur úr valstríðnum, skrivar vikublaðið Le Nouvel Observateur. Løgreglan [...] at stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, er tikin í New York og skuldsettur fyri kynsligan ágang, hava skelkað Frakland. Maðurin, sum hevði allar møguleikar at vinna á Nicolas Sarkozy