Eru Føroyar fyrireikaðar til at illstøður taka seg upp ímillum russarar og ukrainarar í Føroyum. Tað er spurningurin, Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin nú reisur. Og tí spyr hann nú Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvat landsstýrið hevur gjørt - ella ætlar at gera, fyri at fyribyrgja slíkum støðum
Helgi Abrahamsen vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka ímóti 200 flóttafólkum úr Ukraina, og samtíðis er endalig støða ikki tikin til, um vit fara at seta russiskum skipum forboð fyri at koma í føroyskar havnir.
– Hetta merkir, at vit hesa næstu tíðina fara vit kanska at hava fólk úr báðum fíggindalondunum, Russlandi og Ukraina, í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin. Hann minnir á, at hesi bæði londini eru í kríggi við hvørt annað og hann heldur, at tað kann lættliga henda, at illstøður taka seg upp, har annar parturin vil hevna seg inná hin. Tað kann seta Føroyar í eina óhepna støðu, sigur Helgi Abrahamsen og tí spyr hann nú løgmann, hvussu vit hava fyrireikað okkum til tað.
Hann leggur afturat, at landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar fara at gera sum ES, tá talan er um at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, og í løtuni er óvist, hvussu umfatandi tiltøkini hjá ES verða. Løgmaður skal svara spurninginum í seinasta lagi fyrst í næsta mánaði.