Skeinkiloyvi
Fyri viku síðani fingu eigararnir av 62º Norður, sum eigur kaffi- og matstovuna í Floghavnini í Vágum, at vita, at skeinkiloyvið, ið teir søktu loyvisnevndina um, verður játtað.
Talan er um tað minna loyvir, sum merkir, at tað ikki verður loyvi at skeinkja løgir sterkari enn heitvín, ið liggur á leið 22 prosent. Altso verður bert talan um øl og vín og ikki brennivín.
- Vit síggja hetta sum eina heilt natúrliga menning, at vit nú fáa loyvi til at skeinkja eitt glas av víni ella ein øl saman við matinum. Hetta ger man í øllum floghavnum, so sjálvandi eiga vit at kunna gera hetta eisini, sigur Kent Christensen.
Hann vísir á, at krøvini um at innskriva seg til flúgving tíðliga, eru skerpaði, og hetta merkir, at ferðafólk koma at uppihalda seg longri á flogvøllinum. Harafturat er júst á flogvøllinum í Vágum vandi fyri at koma at bíða leingi at sleppa avstað, orsakað av mjørka og veðrinum annars.
Spurdur um hetta merkir, at matstovan fer at halda longri opið, sigur stjórin í 62º Norður, at tað væntar hann.
- Hetta fer at geva okkum møguleikar fyri at økja umsetningin, og tí kann tað fara at loysa seg at víðka upplatingartíðirnar, sigur Kent Christensen.
Longu nú sæst ein broyting í útboðnum á matstovuni, tí í síðstu viku opnaði ein morgunbuffét frammanfyri matstovuni.