Í yvirlýsingini, sum varð send fjølmiðlunum eftir fundin, stendur millum annað.
Deildirnar eru ikki mannaðar nóg væl, tá hugsað verður um røktartyngd. Tað hevur verið økt arbeiðsbyrða í longri tíð, og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar siga seg nú koyra uppá síðstu orkuna.
Felagið krevur, at arbeiðsorkan kemur at samsvara við arbeiðsbyrðuna. Hetta kann m.a. gerast við at seta fleiri starvsfólk, ella um tað ikki letur seg gera at minka seingjartalið á deildunum.
Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir úr starvi yvir longri tíð, og fáar ella ongar umsóknir eru til tey størv, sum verða lýst leys. Landssjúkahúsið hevur við hesum mist starvsfólk við nógvari vitan og royndum, og tað er ein stórur vandi fyri, at hesin trupulleikin bert økist munandi, um ikki nakað verður gjørt nú.
Leiðslan má gera okkurt fyri at fáa síni starvsfólk at verða verandi. Álitisumboðini vilja hava leiðsluna at røkta starvsfólkini, sum tey hava. Tey føstu starvsfólkini vilja hava, at eisini tey kunnu fáa boðið at fáa meira enn minimumsløn, tá tær taka eyka vaktir, og at hesin peningur ikki bert fer til vikarar uttalanda frá. Leiðslan hevur í longri tíð nýtt nógvan pening uppá at loysa her og nú trupulleikar og ikki uppá langtíðarloysnir.
Álitisumboðini bjóða seg fram at saman við leiðsluni at koma fram til munadyggar loysnir.Samstundis vilja vit heita á landsins politikarar um at vísa ábyrgd fyri støðuni á Landssjúkrahúsinum.