133.721 krónur uttan eigara

Ein lottoseðil, seldur í Kiosk Activ í viku 18, hevur vunnið 133.721 krónur. Men enn hevur eigarin ikki gjørt vart við seg

Lotto

 

Nógvir eru lottoseðlarnir, sum verða slongdir um handilsdiskarnar um dagarnar, tá fólk í vónini um tann heilt stóra vinningin taka ein seðil afturat tí, sum annars er keypt.

Tað kemur tó fyri, at fólk ikki gáa eftir, um tey hava vunnið ella ikki. Á heimasíðuni hjá Danske Spil, www.danskespil.dk, verður nú sagt, at 13 seðlar, sum hvør hava vunnið oman fyri 100.000 krónur, enn ikki eru innloystir.

Ein av hesum varð í viku 18 keyptur í Kiosk Activ í Havn. Um tað er vónbrotið um, at talan ikki var um tann heilt stóra vinningin, ella at eigarin bara ikki hevur gáað eftir hesum, er ikki vist, men enn hevur eigarin av seðlinum ikki gjørt vart við seg.

Freistin at boða frá vinningum, sum eru oman fyri 200 krónur, er eitt ár, so eigarin av seðlinum hevur framvegis fram til viku 18 í 2009 at gera vart við seg.

Og gjørdist talan ikki um hesar 133.721 krónurnar, so ber sjálvandi til hjá vónríkum lotto-spælarum at royna eydnuna aftur hetta vikuskiftið. Hesa ferð er vinnarapuljan um tær 10 milliónirnar, umframt at jokarin er 5 milliónir, og tað er jú eisini eitt slag av pengum.