Endiliga ein sending, sum hevði eina grund til at seta sinnini í kók hjá fólki ? bæði teimum, sum eins og Jenis duka onnur í høvdið við bíbliuni, og eisini teimum (okkum), ið fáa hug at duka aftur og bíta frá okkum, tá hesi gera seg til harrar yvir, hvat vit mugu fáa loyvi til at síggja og hoyra í sjón- og útvarpi.
Jenisa rák ber á tað borð, at máa støðið undan SvF, og fyri tann skuld eisini ÚF. Tí teir føroysku loftmiðlarnir koma ikki at klára seg í kapping við útlendskar, um tað verða settar slíkar smáforfeingiligar restriktiónir yvir, hvat má sendast, og hvat ikki. Jú, víst hava vit skyldu til at menna og varðveita føroyska mentan, men ynsktu vit at binda um heilan fingur, so áttu vit at vent kristindóminum bakið og farið aftur til tað sernorrøna ? nevniliga ta fornnorrønu gudalæruna. Hon er nevniliga upprunareligión okk-ara.
Ein religión og onnur. Tað kann fyri so vítt vera líka mikið. Men at lata seg inspirera av teimum muslimsk-fundamentalistisku londunum í miðeystri, har einaræði avger, hvat fólkið skal fáa floyvi til at síggja og hoyra, tað er ikki uppbyggiligt fyri nakað sum helst. Tað átti politikaralæknin og hansara líkar at verið fullgreið yvir. Men kanska er hetta ikki ein spurningur um, hvat er rætt ella skeivt, men bert ein spurningur um maktsjúku!!
Studerandi