Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Í báum førum var talan um fólk, sum eru komin til Føroyar úr útlondum, og korona varð staðfest tá ið tey lótu seg kanna um aftur eftir at tey høvdu verið her í tríggjar dagar.
Annars vórðu 1.296 fólk kannað fyri koronu í gjár og beint nú eru tað sostatt seks fólk í Føroyum, sum hava koronu. Annars eru 19 fólk í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur.
Í gjár vórðu bara 158 fólk koppsett. Av teimum vóru tað 88 fólk, sum fingu ta fyrru sproytuna og 70 fólk fingu ta seinnu.
Nú hava 36.355 fólk fingið fyrru sproytuna, tað er 68,1 prosent. Hinvegin hava 33.755 fólk fingið seinnu sproytuna, og eru liðugt koppsett. Tað er 63,2 prosent av Føroya fólki.
Annars fer eitt lið av av heilsustarvsfólki til Runavíkar í dag at koppseta fólk – Men tað er óneyðugt at biðja um tíð, so tað er bara at møta upp. Tey, sum skulu hava ta seinni sproytuna, skulu hava tað gula koppsetingarkortið takast við.
Endamálið er fyrst og fremst at gera tað ómakaleysari hjá fólki har um vegir at lata seg koppseta, og somuleiðis er endamálið sjálvandi eisini at virka fyri, at so nógv, sum gjørligt, lata seg koppseta fyri at basa smittuni.