við klárari Times skrift, á tvíteigaðum síðum. Teir 33 tekstirnir í bókini eru allir sprotnir úr onkrum ávisum høvi. Her eru ummælir av bókum, sjónleikum og filmum, her eru minningarorð, eftirmælir, røður [...] innarumegin á lærinum. Hann stendur yvirhallur, maðurin. Eitt eygnablunk. So fettir hann sær á og sigur brátt og høpisleyst: Ich bin ein Berliner, sigur hann og dumsar niður á stólin aftur. FARA VIT til innihaldið [...] stíl og myndamál. Skuldu vit útnevnt ein herovasta at standa á odda í krossferðini móti tí tugdu máliskuni, kundi væl hent, at Jóanes fekk starvið. Hansara myndir og samanberingar eru ofta ramligar og upprunaligar
Nú eru tey fyrstu trøini sett niður i nýggju náttúrulundini við Streymin Tað hendi leygardagin, har 120 fólkunum vóru við til at hátíðarhalda, at fyrstu trøini í Náttúrulundini við Streymin, nú eru gróðursett [...] seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini til at drena økið. Í stuttari røðu vísti Edmund Joensen til eitt sitat, ið ljóðaði nakað soleiðis: ”Trø eru sum menniskju [...] menniskju. Teimum dámar væl selskap. - Soleiðis verður eisini við hesum trøunum, sum vit gróðurseta nú. Okkara lyfti er, at tey skulu ikki standa einsamøll í Náttúrulundini við Streymin, segði Edmund Joensen
Tað eru ikki bara tey ríku og fínu, sum spæla golf. Tvørtur ímóti er golf so nógv meiri enn bara ein ítróttur. Tað er eisini ein ferðafólkamagnet Tað halda tey í Tórshavnar Býráð og tí hava tey nú sett [...] blása lív aftur í gomlu ætlanina um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi. Tórshavnar býráð arbeiddi í nógv ár við eini ætlan um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi. Tað var ein rættiliga forkromað ætlan við [...] fólkaheilsuna, tí fólk røra seg. Og tað væntar hon eisini, verður gongdin í Føroyum, fáa vit ein golfvøll her. Hon vísir eisini á, at golf hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí aðrastaðni hava tey eina rættiliga
dagin steðgaði allur heimurin á. Øll vóru skelkað av, at nakar kundi finna upp á at gera slíkt. Hendingin hevur sett síni spor upp á nógvar mátar, og á fleiri økjum tosar man nú um eitt “áðrenn” og eitt “aftaná” [...] Í Sosialinum hava vit tema um 11. september, og har kanst tú lesa samrøður við fleiri føroyingar, sum fortelja, hvussu teir minnast hendan dagin. Øll fólkini, vit hava tosað við, eru samd um, at hetta [...] “aftaná” 11. september 2001. Terrorisma og stríðið ímóti sama kom ovast á dagsskránna í altjóða trygdarpolitikki, og lond fóru kollektivt undir at gera umfatandi átøk til tess at forða fyri, at nakað líknandi
londini er gjørd, er endað á einum munandi hægri støði, enn hon var frammanundan. Var dysturin við ES-londini og Noreg ikki tikin, lógu vit helst framvegis niðri á 4,7 prosentum. Nú er makrelkvotan nærum trífaldað [...] betri enn so nógvar aðrar tjóðir, hvussu viðbrekin vit eru við so fáum beinum at standa á. Tað hevur tí alstóran týdning, at fiskivinnan er spjadd so víða sum gjørligt, og her er tað, at kyrrahavsloyvini [...] viku. Tí hví skulu kyrrahavnsloyvini – sum eru ein stór nýskapan innan føroyska fiskivinnu – vera við sviðið soð, meðan restin av fjarfiskiflotanum, sum eru ídnaðarskipini, nótaskipini, flakatrolararnir
kanningar eru settar í verk, til hann er gjørdur. - Tí er neyðugt at byggja flogvøllin í Vágum út beinanvegin, so at vit ikki verða afturútsigld, leggur hann afturat. Landsstýrið hevur ikki lagt seg á nakað [...] serliga trý plásss í huganum, sum verða hildin at verða vælegnað at gera flogvøll á. Tað er í Søltuvík í Sandoy, á Glyvursnesi og á Skorðhædd í Eysturoy. [...] Flogvøllurin Flogvøllurin í Vágum skal nú leingjast. Tað tók landsstýrið avgerð um á fundi týsdagin. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at landsstýrið hevur tikið avgerð um, at flogvøllurin
aftur til Goa, sum er ein gamal portugisiskur statur. Evropiska árinið sæst aftur har, eitt nú á arkitekturinum og á tónleikinum. Her er nógv ferðafólk, og livistøðið er sum heild hægri enn aðrastaðni í India [...] hevur verið so nógv annað, skúli, familja og børn. Tað er so fíggjarliga óvist við listini, og nú eru vit jú tvey í húsarhaldinum, sum fáast við list. KP: Men ikki er óvanligt, at kvinnur raðfesta seg [...] einum uppihaldi á listaháskúla. – Í fyrstani málaði eg abstrakt ekspressionistisk landsløg, men síðani leitaði eg víðari. Rannvá hugdi í bøkur og gekk á framsýningar og gjørdist eitt nú hugtikin av týska
uppiborin. Hann átti at verið størri um nakað. Vit eru øll eins fyri Guði, men tó er munur á monnum. Ein fiskimaður er meira verdur fyri føroyska samfelagið enn vit skrivstovukalar í Havn, undirritaði íroknaður [...] grannalondum okkara eru allastaðni kvinnuligir stjórar og kvinnur við egnum virki. Ikki er gott at vita, hví tað er so er galið her á landi? Vit hava ongantíð áður havt so væl skúlaðar kvinnur. Eru føroysk mannfólk [...] hava vit tó ikki meira enn 3.000 fiskimenn. Stríðið hjá hesum monnum útvegar 2000 fólkum á fiskavirkjum arbeiði og megna hesir bólkar í felag eitt útflutningsvirði yvir 2 MIA. Hvørki á tingi ella í lan
gestin. Tú syngur fegin, um bert fá eru, sum lurta, og tú syngur frítt, um tað eru fleiri túsund áhoyrarar. At vera nærverandi í tínum sangi er tín styrki. Tí minnast vit á magiskar løtur saman við tær. Tú [...] tá eg veruliga kom at kenna teg. Vit vóru nakrir unglingar, sum tordu at seta okkara frammanundan ivasama umdømi upp á spæl og fóru at vitja tað lítla og lokkandi húsið á Stongunum, sum tú átti og búði í [...] men tess størri er tað, at vit framvegis eiga og hava teg millum okkum sum tað skapandi og livandi menniskju, tú ert. Góður skaldskapur sker inn á bein og vendur ranguna út á fólki. Í einum landi, sum stríðist
fyri at velja, hvar hon ætlar at búgva í framtíðini. - Á ein hátt valdu vit jú fyri Elina og synirnir hjá okkum, tá vit búsettu okkum í Grønlandi. Nú er Elin nóg stór til sjálv at velja, og tann møguleikan [...] vinsælu íbúgvarnir altíð tíð til eitt prát. Tey kenna øll hvønn annan, ofta á klæðunum ella á gongulagnum, tí í Paamiut eru næstan ongir bilar. Tað hava tey ikki brúk fyri, tí tey hava ongan skund, og [...] Gudi, um at fara til Grønland. Tað eru 18 ár síðani nú, og Lena hevur ongantíð ivast í, at hon gjørdi tað rætta. Fekk møguleikan Frá tí Lena var heilt ung, starvaðist hon á Sjómannsheiminum í Klaksvík. Har