Flogvøllurin
Flogvøllurin í Vágum skal nú leingjast.
Tað tók landsstýrið avgerð um á fundi týsdagin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at landsstýrið hevur tikið avgerð um, at flogvøllurin í Vágum skal leingjast 350 metrar, so at hann tilsamans verður 1600 metrar.
Samstundis skal farstøðin á flogvøllinum byggjast munandi út.
Bjarni Djurholm sigur, at tilsamans er talan um eina útbygging, sum kostar 360 milliónir.
Avtalu við danskar myndugleikar
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at nú fer Løgmaður at venda sær til danska forsætismálaraharran við ætlanini.
Tað er neyðugt at gera avtalu við donsku stjørnina um útbyggingina, tí ætlanin er at fíggja hana úr íleggingargrunninum.
Íleggingargrunnurin er danskur og tí er tað bara Fólkatingið, sum kann góðkenna, at útbyggingin verður fíggjað úr honum.
Samstundis fer Bjarni Djurholm at fyrireika málið at yvirtaka sjálvan flogvøllin í Vágum.
- Í tí sambandi fara vit at venda okkum til danska Transport og Energiministeriet við ynski um at yvirtaka flogvøllin.
Sjálvur væntar hann, at yvirtøkan kann fremjast longu í heyst.
Flogvøllurin er danskt málsøkið og danir hava gjørt púra greitt í fleiri ár, at teir byggja hann ikki út, so tað mugu vit gera sjálvi.
Tá ið flogvøllurin er yvirtikin, er klárt at projekterað leinginingina og útbyggingina.
Bjarni Djurholm sigur, at hann sær fyri sær, at spakin kann setast í næsta ár og so at útbygging kann vera liðug í 2009.
Kanningarnar halda fram
Men fyri tað um flogvøllurin í Vágum verður longdur, merkir tað ikki, at tað er avgjørt, at framtíðarflogvøllur Føroya skal vera í Vágum.
- Landsstýrið er samt um, at tað er neyðugt at byggja flogvøllin út beinanvegin, tí hann nøktar ikki tann alsamt veksandi tørvin.
- Flogvøllurin í Vágum er ikki tíðarhóskandi og hann er við at vera ein fløskuhálsur í okkara ferðasambandi úteftir og tað kann eitt framkomið samfelag ikki liva við, sigur Bjarni Djurholm.
Men samstundis, sum flogvøllurin í Vágum skal byggjast út, er landsstýrið eisini samt um at kanningarnar eiga at halda fram at vita, hvar í Føroyum tað er best at leggja ein rættiligan framtíðarflogvøll.
Bjarni Djurholm ásannar kortini, at tað tekur mong ár frá tí at kanningar eru settar í verk, til hann er gjørdur.
- Tí er neyðugt at byggja flogvøllin í Vágum út beinanvegin, so at vit ikki verða afturútsigld, leggur hann afturat.
Landsstýrið hevur ikki lagt seg á nakað ávíst pláss, har ein framtíðarflogvøllur skal verða.
Men tey, sum gera kanningarnar, hava serliga trý plásss í huganum, sum verða hildin at verða vælegnað at gera flogvøll á.
Tað er í Søltuvík í Sandoy, á Glyvursnesi og á Skorðhædd í Eysturoy.