Forelskað í málarínum

Sjarmerandi úttalan, við teimum eyðkendu ur-endingunum, avdúkar, at konan er úr Suðuroy. Hon flennir ofta og hart við breiðum, reyðum munni í eini appilsinlittari stovu í appil-singula og reyða húsinum við bláa fjørðin yviri við Strond í Havn, har hon býr saman við manni, kettu og hundi.

Seinni í heyst fer 57 ára gamla listakvinnan Rannvá Holm Mortensen til India at mála í fimm mánaðir, og tað er í hesum sambandi, at vit hava prátað við hana um um lívið og listina.

KP: Hví India?

RM: Eg var har í tríggjar mánaðir í fjør og hevði tá høvi til at uppliva eina heilt aðra mentan enn okkara. Tað er so sera gott fyri sinnið. Eg hevði frælsi til at gera júst tað, eg vildi. Kundi eygleiða lívið har og bara vera til. Eg fór hagar fyri at samla orku og tøma høvdið, tí eg veruliga trongdi til okkurt tá. Hesi seinastu árini hava verið strævin; eg havi arbeitt hart við mínari list og hevði tørv á, at okkurt nýtt skuldi henda.

Rannvá slær út við báðum hondum, meðan hon tosar, fyri at undirstrika síni orð. Tað ger hon ofta, men hon er alt annað enn tilgjørd, tá hon greiðir frá, hví ferðamálið júst bleiv Goa:

– Nógv hugtekur meg við India, men tað var altso mest tí, at har er heitt og bíligt. Og so vóru einar dyr eisini opnar, tí vinur mín Eivindur í Gongini, býr har. Hesa ferð fari eg undan, síðan kemur maðurin Jóanes í januar, sum fer at royna at skriva har í seks vikur. Tað er so spennandi at uppliva munin millum lívið her og har. Seinast bleiv eg ómetaliga inspirerað og málaði nógvar vatnlitsmyndir og skitsutekningar, sum eg síðan sýndi fram í Smiðjuni í Lítluvík. Í India valdar ein øgiligur stættarmunur, og kastuskipanin, sum skuldi eitast at vera avtikin við Ghandi, livir enn í øllum góðum. Tað er brutalt, men samstundis er har ein lívsgleði og ein opinleiki, sum tú slett ikki finnur her.

 

KP: Tú fer til Goa?

RM: Ja, eg fari aftur til Goa, sum er ein gamal portugisiskur statur. Evropiska árinið sæst aftur har, eitt nú á arkitekturinum og á tónleikinum. Her er nógv ferðafólk, og livistøðið er sum heild hægri enn aðrastaðni í India. Men kortini síggjast sosialir mótsetningar millum okkum vesturlendsku ferðafólk og á indarum, sum streyma til frá øðrum statum - Kashmir, Nepal og Tibet, fyri at arbeiða í Goa.

 

Sosialt medvit

Tað er eyðsæð, at Rannvá hevur ein brennandi sosialan og politiskan áhuga. Eg spyrji, hvaðani sosiala og politiska medvitið stavar:

– Mamma mín var passionerað tjóð-veldiskvinna uttan at gera so nógv burtur úr tí, og hjá mostur míni Morid í Havn var nógv tosað um politikk og republikkina. Prentsmiðjan hjá 14. September var bygt uppí hús hennara í Hornabø, og vit børn gingu og deildu fjúrtanda út. Tað feministiska medvitið kom kanska serliga, tá eg var niðri og las til ídnaðarlaborant. Tað var ikki nakað beinleiðis akademiskt miljø eg var í, men tá í 80unum var nógvur aktivitetur í Føroyahúsinum. Har hildu feløg sum til dømis Framin, Komm.Ú. og Kvinnufylkingin til. Eg var limur í Kvinnufylkingini í nógv ár, og vit skipaðu fyri nógvum fundum og fleiri 8. mars tiltøkum. Tað er jú framvegis soleiðis, at menn fáa hægri løn enn kvinnur. Patriarkatið situr enn á fleskinum, og tað ekkóar eisini inn í listaheimin, har listamenn eru yvirumboðaðir á listasøvnum, eins og teir hava fleiri framsýningar enn kvinnur.

 

Myndlistin

KP: Nær byrjaði tú at fáast við myndlist

RM: Eg havi altíð teknað og dugað at visualiserað. At tekna gevur mær eina sovorðna lukkukenslu. Tað er so óavmarkað og gevur eitt stórt frælsi. Óendaligir møguleikar eru í myndum, og tað er júst hetta, sum er so fantastiska dragandi. Myndlist er fullkomiliga markleys. Eitt lørift er sum eitt rúm, tú granskar. Mann blívur púra burtur í tí og vil alla tíðina hava meir. Tað er sum at vera forelskað. Mær dámar at fáast við litir og litsamanseting, og við árunum havi eg fingið eina ávísa rutinu.

Rannvá tykist so yvirhugað, tá hon tosar um málarí, at tað er ringt at skilja, at hon kom so seint í gongd við listini, sum hon gjørdi og at hon enn stendur skrásett sum sjúkrahjálpari í telefonbókini

– Eg havi altíð vitað, at tað, eg gjørdi var fyribils og havi bara bíðað, til eg slapp at mála. Hví tað kom so seint, veit eg ikki ordiliga, men har hevur verið so nógv annað, skúli, familja og børn. Tað er so fíggjarliga óvist við listini, og nú eru vit jú tvey í húsarhaldinum, sum fáast við list.

KP: Men ikki er óvanligt, at kvinnur raðfesta seg sjálvar síðst

RM: Nei, tað er tíverri rætt. Støðan er sjálvandi lutvíst lívfrøðiliga treytað við tað, at vit føða børn. Tað, at vera listafólk krevur veruliga, at tú ert super egoist. Tað riggar yvirhøvur ikki at ganga í atelierinum og hugsa um, hvat familjan skal hava til døgurða. Eisini er tíðin undan eini framsýning serliga krevjandi fyri familjuna, sum verður tveitt út í eina kensluliga sentrifugu. Tú ert so ótólin og húðaleys, og tá er tað heilt øgiliga ringt at sameina familjulív við lívið sum listafólk. Samstundis er familjan bardunin, sum heldur tær niðri á jørðini, og sum veruliga stuðlar.

 

Politisk list

Meðan vit tosa um myndlist í rúmari merking, nevnir Rannvá eina langa røð av listafólkum, millum annað Michelangelo, Rembrandt, Goya og Dali. Hon kemur í samrøðuni javnan inn á frælsi, bæði persónligt, politiskt og listarligt frælsi, eins og hon tosar nógv um haft og um at vera bundin. Hetta eru eyðsýniligt grundmótsetningar, ið hava ávirkað hennara lív, men sum eisini spæla ein høvuðsleiklut í list hennara. Hon var lutfalsliga tilkomin, tá ið hon í 1997 fór at savna seg um listina, hugkveikt av einum uppihaldi á listaháskúla.

– Í fyrstani málaði eg abstrakt ekspressionistisk landsløg, men síðani leitaði eg víðari.

Rannvá hugdi í bøkur og gekk á framsýningar og gjørdist eitt nú hugtikin av týska grafikaranum Käthe Kollwitz (1867-1945), sum millum annað gjørdi eina figurativa røð av ekspressivum myndum við heitinum “Bóndakríggið”, ið mynda líðingarnar og stríðið, sum uppreisturin hevði við sær. Frida Kahlo (1907-1954), sum eins og Kollwitz var kommunistiskt áhugað, er eisini ein viðurkend fyrimynd. Rannvá er hugtikin av Kahlo, sum málaði sín veruleika á ein primitivistiskan, surrealistiskan hátt, ið virkar so sterkt:

– Myndir hennara eru í veruleikanum samansettar við fleiri hendingagongdum í einum lørifti, og hetta haldi eg vera serliga áhugavert og hugkveikjandi. Eg eigi eina plakat, sum avmyndar kendu myndina “Fjórða Stættin” hjá italska listamanninum Guiseppe Pelizza da Volpedo (1868-1907), og hesa brúkti eg í einum stórum verki, eg sendi inn til Várframsýningina í 2003.

 

Tað skulu koma dagar

Áhugaverda verkið “Tað skulu koma dagar” er samansett av 12 løriftum, sum tilsamans mynda eina monumentala, avlanga heild, ið er miðsavnað kring arbeiðararnar úr mynd Volpedos, ið eru settir á eitt heimskort. Tøknin er blandað foto, grafikkur og kollasja, sum málað er á. Litavalið spennir frá reydligum dokumentarlíkum til blóðreytt, sum óivað skal fatast symbolskt sum liturin á hjartablóði, kærleika og tílikum. Í hendingagongdini dregur listakvinnan umráðandi myndaliðir og staklutir fram á ein hátt, sum sameinir persónligar og almennar hendingar, ið allar verða samantvinnaðar av einum blóð- og rørkervi. Hugburðurin er sosialistiskur og feministiskur. Hetjurnar í hesum myndum eru verkafólk, kvinnur og menn og teirra alheimsmegi og offur. Verkið er viðvíkjandi stødd, tøkni og innihaldi heilt óvanligt í føroyskari list og vísti seg eisini áhugavert, tá kuratorarnir Frederikke Hansen og Tone Olaf Nielsen leitaðu eftir einum føroyskum íkasti til NIFCA verkætlanina “Rethinking Nordic Colonialism”, sum eitt nú var sýnd í Listaskálanum í fjør. Henda seinna myndin minnir um ta fyrru, hóast hon er enn størri í vavi. Hugburðurin er eisini sosialistiskur ella humanistiskur og feministiskur og setur millum annað fram aktuellar spurningar til ríkisfelagsskapin. Føroya Tele valdi sera hóskandi at keypa myndina, ið hevur heitið “Samskifti” og sum kann skoðast í kantinuni í Føroya Tele, har hon hongur sera væl. Samskifti er sum heild sera umráðandi fyri Rannvá, bæði samskifti við áskoðarar og listafólk, gallaríir og listasamtøk. Hon heldur, at listafólkalívið er heldur einsligt í Føroyum og kundi hugsað sær at gjørt royndir eitt nú við vidolist og líknandi, men heldur, at tað vantar eitt stað, har listafólk kunnu arbeiða við slíkum:

– Eg eri sjálvlærd og havi gjøgnum árini lært meg handverkið. Tí eri eg kanska eisini farin at gera meira figurativar myndir. Meira tú dugir, fleiri úttrykksmøguleikar eru. Hetta krevur dissiplin, og tað haldi eg, at eg havi. Ikki minst av tí, at eg kom nokk so seint í gongd. Eg eri drigin at tí surrealistiska, av møguleikanum at seta fleiri veruleikar við síðuna av hvørjum øðrum. Verkið “Hin langa ferðin” myndaði ein grønan undirsjóvarheim við menniskjaverum, ið hingu í træðrum, sum binda tey ikki bara til lívið og frælsi, men sum samstundis kunnu vera eitt haft. Ein grønur, organiskur og fruktagóður heimur, har tú samstundis ikki fært anda. Hetta var ein myndarøð í tólv pørtum, har summi lørift vóru abstrakt, onnur figurativ samstundis, sum okkurt av tí nonfigurativa í veruleikanum var figurativt, so sum forstørraðar heilakyknur, ið minna um eitt dekorativt mynstur.

 

Nú skal tað vera

Rannvá Holm Mortensen gleðir seg til Indiaferðina, har hon í heilar fimm mánaðir kann miðsavna seg um myndlistina.

Yngsta barnið er júst flogið úr reiðrinum og Rannvá hevur nógvar ætlanir. Millum annað ætlar hon at byggja eitt rúmligt atelier, so hon fær pláss at skapa stórar myndir. Í novembur hevur hon eina framsýning í Lyngby og júst í hesum døgum hevur hon framsýning í Stephanssons Húsi á Kongabrúnni í Havn.

Hon er greið yvir, at hóast listin er markleys, er tíðin avmarkað. n