Tíðin legg tínar veingir

Tú vart tann saknaða røddin í samfelagnum. Tann djarvi og speirekandi vísusangarin, sum fór at grava upp gomul skøld og gera tey livandi. Maðurin, sum skuldi fáa fólk at steðga upp og lýða á. Ein samfelagsrevsari og eitt sendiboð hjá kærleikanum. Tú hevur livað, tú livir, og tú fert at liva, skrivar Steintór Rasmussen m.a. í hesi frændakvøðuni til Hanus G. Johansen á 60 ára degnum

Hann trínur fram á pallin. Í kovboysbuksum og reyðari skjúrtu. Hesin klæni ranki kroppurin við gittara um herðablaðið. Hetta vælkenda skeggprýdda andlitið og tað gráa livandi hárið. Eitt lítið hark í mikrofonina. Skálkabrosið. Tøgnin og spenningurin.. Og so tað forloysandi lagið: La la la la la laa!


Øll kenna Hanus G. Johansen. Hann, sum sang á posthústrappuni í Klaksvík, og sum politiið mátti reka burtur, tí hetta var ófriður og ólevnaður. Hesin gamli og húsvilli flipparin, sum hevur ferðast land og ríki runt, og sum hevur spælt gittar og sungið í hálvhundrað ár. Maðurin, sum bæði hevur argað og fingið tað besta fram í fólki. Trubadururin, sum brúkar náðigávu sína. 


Góði Hanus! Eg trúgvi, at sangin um teg má Poul F. hava skrivað. Og tú hevur sjálvandi gjørt lagið. Tit hava báðir, sum jørðin og mánin, verið nógvar ferðir rundan um sólina. Gjøgnum vetur og summar. Í ljósum og tungum løtum. Tú hevur havt Poul F. við tær til konsertir allastaðni í Føroyum og nógvastaðni uttanlands. Men í hjartanum hevur eisini verið pláss til Hans Jacob Glerfoss, Tummas N. Djurhuus, Rikard Long, Jacob Sande, William Heinesen og fleiri av frægu skaldum okkara. 


Sjálvur ert tú ikki orðasmiður, men tú hevur upplivað, lisið og sungið um tað mesta. Um einsemi, longsul og hjartasorg. Um fordómar, dupultmoral, svik, girnd og øvund. Um kenslur, gleði, eymleika og kærleika. Um Gud og fanan, Eros og Bakkus, ja, um alt samfelagið. Um rotinskap, fals og fávitsku. Men eisini um hugsandi menniskju, sum liva, skapa og elska. Og av tínum varrum gerast vísur livandi. 


Tað er lívsjáttandi at skriva eina føðingardagsheilsan til tín, Hanus. Og takk fyri, vinurin, at tað ikki gjørdust minningarorð. Tú hevur livað, tú livir, og tú fert at liva! 


Men ikki allir sangarar dansa á rósum. Eg minnist fyrstu ferð, eg sá teg. Hetta var eitt vetrarkvøld fyri meira enn fjøruti árum síðani. Eg var 8 ára gamal og sat og eygleiddi mammu, sum stákaðist í tí fjálga køkinum. Tá bankaði á úthurðina, og eg leyp avstað fyri at vita, hvør gesturin var. Sjokk! Har stóð ein løgin skapningur í gongini. Og hóast vit bert fingu nøkur sekund saman, so slapp myndin at festa seg. Hesin ungi maðurin við tí síða hárinum og tí eyðkenda bitinum. Men eg skilti eisini, tá tú opnaði munnin og spurdi eftir einum forsterkara, sum Páll bróðir hevði, at røddin var vinsæl og eyguni livandi.


Eg fór inn aftur í køkin, og tú gekst tína leið. Ein 18 ára gamal eydnusmiður sleipandi avstað við sínari byrðu. Kanska at hoyra og spæla Rolling Stones og The Beatles. Ella bara ígjøgnum kalda býin og út í eina villa nátt. Árið er 68, og á 62 gradum norður mala nýggjastu vinylpláturnar, og ungdómar royna at leggja oyrað at lurtitólinum fyri at hoyra tað seinasta frá Radio Luxembourg. Og meðan The Faroe Boys syngja um føroyskar sjómenn í Aberdeen, sum fáa tevatn og breyð, brýtur flower power flóðaldan um øll heimsins høv. Spurningurin er bara, hvussu leingi verjugarðarnir í Klaksvík fara at halda.


Verðin var framvegis ung, tá eg veruliga kom at kenna teg. Vit vóru nakrir unglingar, sum tordu at seta okkara frammanundan ivasama umdømi upp á spæl og fóru at vitja tað lítla og lokkandi húsið á Stongunum, sum tú átti og búði í. Árið hevur verið 1978, og eg framførdi nakrar av mínum fyrstu sangum í hesum hugnaliga frístaði. Tú vart ein góður áhoyrari, og tað var hugaligt at sleppa at syngja og framføra í tíni stovu. Men allarmest hugtakandi var kortini at hoyra tína rødd og uppliva tín persón. Livandi og nærverandi. Og deiliga kompremisleysur í hugsan og orðum. Tú hevði longu ofrað teg sjálvan og gekst tínar egnu leiðir í lívinum. Tað var eitt sindur av Jesusi í tær. Um fólk lótu seg forarga og høvdu hug at fordøma teg, so var tað nokk tí, at tey ikki vistu, hvat tey gjørdu. Tú mátti vera sterkur fyri at yvirliva. Tað hevði verið ríkiliga svárt at missa mammuna sum 12 ára gamal. Misti tú teg sjálvan burtur, reyk alt. 


Tað var hart at síggja teg rýma frá øllum og flyta av landinum í 1981. Men tú slapst ikki at vera tú sjálvur á egnum matrikkli og vart at kalla friðleysur millum tíni egnu. Okkara kæri sangfuglur og bohemur flutti til Struer, og spurningurin var, um hann nakrantíð kom heimaftur. Vit hittust tó aftur summarið 1982. Vit vóru nøkur ung, sum høvdu interailað í Europa, og sum vildu eiga nakrar dagar í Keypmannahavn saman. Vit spýttu í puljuna so frægt, at fjarskotna hetjan slapp at bumla longu leiðina í toki til høvuðsstaðin fyri at vera saman við okkum. Og brátt ljómaði Hans Jacob Glerfoss millum parcellhúsini í Søborg, drykkivísurnar hjá Cæsari á verthúsi og Leonard Cohen allan vegin gjøgnum býin og náttina. 


Tá tú vart í velmaktini, vardu tínir býtúrur oftani í fleiri dagar. Tað er ikki ov nógv fyri vanlig deyðilig menniskju. Og mangur við mær hevur undrast, hvussu væl tú orkaði at halda tørn, at vera uppi, at syngja náttina fulla og liva mitt í verðini. Men tú yvirlivdi tað harða lívið, og hevði tú ikki bremsað upp í tøkum tíma, eri eg bangin fyri, at títt kraftarverk var brent út.


Tú hevur orkað og hildið leingi. Við tínum gittara og tónastiga ert tú komin víða. Tú hevur sungið fyri innbodnum í roykstovuni í Kirkjubø, framført millum vísuvinir í Íslandi, hugtikið inuittar í Grønlandi, ferðast á vestlandinum í Noregi, yndað tað svenska og flent saman við hugnaligum dønum. Tú eigur vøgguvísuna til barnið og troystarkvæði til seinasta gestin. Tú syngur fegin, um bert fá eru, sum lurta, og tú syngur frítt, um tað eru fleiri túsund áhoyrarar. At vera nærverandi í tínum sangi er tín styrki. Tí minnast vit á magiskar løtur saman við tær.


Tú hevur válað gjøgnum lívið og eisini verið heimleysur í egnum landi. Tú fekst ein einvegis ferðaseðil aftur til Føroya í 1983. Men, sum umstøðurnar vóru, so kundi tú eins væl sett teg aftur í flogfarið og veittrað oyggjunum eitt endaligt farvæl.. Tó vil eg halda, at hetta var point og no return í tínum lívi. At ein meining var við øllum. Tú skuldi, sum tann burturvilsti sonurin, koma heimaftur. Ikki til familjuna ella nakað netverk av týdningi. Men tað bíðaðu uppgávur eftir tær. Tú vart tann saknaða røddin í samfelagnum. Tann djarvi og speirekandi vísusangarin, sum fór at grava upp gomul skøld og gera tey livandi. Maðurin, sum skuldi fáa fólk at steðga upp og lýða á. Ein samfelagsrevsari og eitt sendiboð hjá kærleikanum. Tú skuldi fáa tjóðina at flenna eftir fananum og kasta akker á eydnunar tíðarhavi. Tú skuldi flyta mørk og flyta inn í fólkasálina. 


Hanus! Tú hevur skrivað, sagt, hugtikið og gjørt so nógv spennandi, at tað vildi verið váðaverk at skrivað lívssøgu her. Men eg veit, at títt nærlagni er stórt, og í tínum yrki at goyma og niðurskriva løg er ein ómissandi partur av Hanusarsøgu longu skrivaður. Eg kann bara undrast yvir ein vakran og stóran sangskatt, sum varð tín gáva til lívið.


Tað er so lætt at unna teimum deyðu heiður og uppreisn, men tess størri er tað, at vit framvegis eiga og hava teg millum okkum sum tað skapandi og livandi menniskju, tú ert. 


Góður skaldskapur sker inn á bein og vendur ranguna út á fólki. Í einum landi, sum stríðist fyri at yvirliva sum tjóð og at varðveita egið mál og mentan, hevur rødd tín týdning. Men í okkara vanahugsan skal Hanus G. Johansen upp úr songini klokkan sjey. Hann skal hava borgarligt arbeiði, keypa hús og seta seg fyri stórum lánum. Hetta at liva sum einabúgvi og vála sum eitt syngjandi landastrok øll vaksnamannaárini gera einans serskøltar og droymarar. Og hvørjum skulu bankastjórarnir koma við, um maðurin hinumegin borðið syngur og smíðar løg? Einum yvirberandi smíli? 


Men í dag átti hvør Hanus og Janus at hugsað, at í Føroyum eigur tað ikki longur at vera ein spurningur, hvørjum vit liva av, men heldur hvørjum vit liva fyri! Hanus, sum mentamaður og sendiharrin heima og úti hevur títt tilfeingi stórt virði fyri alla tjóðina. Tú hevur livað fyri tónleikin, ta góðu yrkingina, tað vakra lagið og ta sterku framførsluna. Eg veit, at tað eisini finnast aðrir dýrgripir í tínum lívi. Tú eigur jú ein son og eina dóttir og góðar vinir kring landið og landamørk. At gera burturúr høgtíðum og føðingardøgum hevur ikki verið tín stílur. Men kortini plagar at vera eitt ávíst samsvar og góðar timingar í tínum gonguverki. At tú á degnum eisini laðar ein varða eftir listarmannin Hans Jacob Glerfoss, er stórfingið. 


Góði Hanus! Eg verði ikki heima og tískil ikki millum gestirnar á føðingardegnum. Men vit fáa vónandi fleiri ríkar løtur í framtíðini. Og hjartaliga til lukku við 60 vøkrum og livaðum árum!