Nú sleppur dótturin at velja

- Á ein hátt valdu vit jú fyri Elina og synirnir hjá okkum, tá vit búsettu okkum í Grønlandi. Nú er Elin nóg stór til sjálv at velja, og tann møguleikan vil eg fegin geva henni, sigur Lena, sum sjálv fer aftur til Grønland í næsta mánað, har hon hevur búð seinastu 18 árini.

Í lítla grønlendska býnum Paamiut hava vinsælu íbúgvarnir altíð tíð til eitt prát. Tey kenna øll hvønn annan, ofta á klæðunum ella á gongulagnum, tí í Paamiut eru næstan ongir bilar. Tað hava tey ikki brúk fyri, tí tey hava ongan skund, og ongir vegir føra til ella frá býnum til onnur pláss. Tvær ferðir um vikuna leggur eitt ferðamannaskip at keiini, fyrst á veg norðureftir til høvuðsstaðin Nuuk og so aftur nakrar dagar seinni á veg suðureftir.
Í einum lítlum húsi við góðum útsýni út yvir býin býr Lena Neshamar úr Klaksvík saman við familju síni. Sum 29 ára gomul valdi hon at fylgja kallinum, hon fekk frá Gudi, um at fara til Grønland. Tað eru 18 ár síðani nú, og Lena hevur ongantíð ivast í, at hon gjørdi tað rætta.
Fekk møguleikan
Frá tí Lena var heilt ung, starvaðist hon á Sjómannsheiminum í Klaksvík. Har hitti hon nógvar grønlendingar, og Lena gjørdist hugtikin av teimum og søgunum, tey fortaldu frá sínum heimlandi.
- Tey vóru altíð blíð og hjartalig, og eg fekk skjótt eina meir fjøltáttaða mynd av teimum, enn fólk vanliga høvdu tá, greiðir Lena frá.
Eftir 2½ ár á trúðboðaraskúla í USA, fekk Lena møguleika at fara til Grønland at virka sum trúboðari. Hon tók av beinanvegin, tí sjálvt um hon hevði eina sera positiva fatan av Grønlandi, so visti hon eisini, at lívið har ofta var svárt og tungt. Møguleikan, hon nú fekk, skilti hon sum Guds ynski um, at hon skuldi fara at hjálpa og vera nakað fyri fólkið haryvri. Og tað roynir hon eftir førimuni ? ikki sum trúðboðari í eini samkomu, men við at vitja fólk og vera saman við teimum í teirra tungu løtum og vísa teimum, hvussu tey altíð kunnu finna styrki í Guds orði.
Lærdi seg grønlendskt
Frá byrjan hevði Lena eitt stórt ynski um at læra seg grønlendskt. Eftir hennara tykki var tað fyrsta treytin fyri veruliga at kunna seta seg inn ta grønlendsku menatnina og tað minsta, hon kundi gera fyri at vísa sína virðing fyri teimum menniskjum, hon nú fór at liva ímillum.
Í fyrstuni fekk Lena undirvísing í grønlendskum, men hon fann skjótt út av, at besti máti at læra seg málið, var við at vera ímillum grønlendingar og royna seg fram. Serliga vóru tað nógv gomul fólk, sum sótu einsamøll og heldur enn fegin vildu hava onkran at práta við um leyst og fast og eisini um Bíbliuna og Guds orð. Hetta var uppá fleiri mátar júst tað, Lena hevði ynskt, og hesar vitjananar hjá teimum gomlu eru framvegis ein týðandi partur av hennara gerandsdegi.
- Tey eru altíð so blíð og prátingarsom, so umframt at læra grønlendskt, læri eg eisini nógv um grønlendska mentan og siðir. Serliga góðar eru løturnar, tá eg kann siga eitt bíbliuørindi á grønlendskum og tosa um Jesus, greiðir Lena frá.

Kaffimikk ? eitt ljóspunkt
Í fyrstuni búði Lena í Nuuk, har hon eisini hitti Trúgva, sum hon seinni giftist við. Eftir at tey fluttu til Paamiut, hava tey fingið nógv vinfólk millum grønlendingar, umframt trúboðaraparið Bárður og Jóhonnu Ljósheim, sum eisini búgva í Paamiut, saman við døtrunum Anniku og Heidi. Lena heldur tað ikki vera nakran trupulleika at koma í samband við grønlendingar, serliga tí teir altíð eru fúsir at finna eitt høvi at hittast til tey vælumtóktu kaffimikkini.
- Til kaffimikk á teimum størru merkisdøgunum, verður allur tann besti maturin, húskið kann bjóða, settur fram og síðani er opið hús frá tíðiliga á morgni til út á seinnapartin og øll eru vælkomin. Men tað er ikki vanligt at steðga so leingi, tí tað er sjáldan pláss fyri øllum í senn. Kaffimikk er ein gamal siður í Grønlandi, sum framvegis er eitt ljóspunkt, tá lívið tykist tungt og einsligt. Men tað nýtist ikki at vera nakar merkisdagur á skránni fyri at hava kaffimikk. Tað kann eisini vera eitt barn, ið fyllir ½ ár ella onkur, sum hevur fingið prógv, sigur Lena.
Í heila tiki hevur familjan og tann sosiala samveran við onnur ómetaliga stóran týdning fyri grønlendingar, greiðir Lena frá. Tað er har, tey finna síni lívsvirði, og ikki í tí materiella ella í at eiga so nógv. Tey hava tað ógvuliga hugnaligt í heiminum, og kaffimikkið er nokk besta tekin um, hvussu stórt virði tey leggja í at vera blíð og at vera saman við øðrum. Men sum heild eru tey rættiliga beskeðin og dáma nokk best at halda seg eitt sindur í bakgrundini, heldur Lena.
Ongan skund
Eitt tað besta við at búgva í Grønlandi er tað heilt ótrúliga góða veðrið, sigur Lena. Stjørnuklári himmalin og Norðlýsið í øllum ælabogans litum um kvøldarnar kann ikki samanberast við nakað. Og sjálvt um tað kann gerast rættiliga kalt, so er tað ongantíð illveður av tí slagnum, vit kenna í Føroyum við regni og vindi. Sum oftast boðar kuldin bara frá góðum, tí jú kaldari tað er, jú klárari er himmalin.
Og so hóskar tað eisini Lenu sera væl, at fólk í Paamiut hava so lítlan skund. Tey hava sítt dagliga arbeiði á sjúkrahúsinum, í skúlanum, á krabbavirkinum og aðrastaðni, men tú sært tey ikki fara stunandi avstað, meðan tey hyggja eftir klokkuni.
- Tey geva sær tí til tað, sum hevur týdning fyri tey. Tað hevur til dømis sera nógv at siga fyri tey, at tey deyðu verða borin út á ein virðiliga hátt, og tí gera tey rættiliga nógv burturúr jarðarferðum í mun til okkum, greiðir Lena frá.
Skuggar í gerandisdegnum
Tað er ikki nøkur loyna, at sosialu trupulleikarnir eru stórir í ávísum pørtum av landinum, og  Paamiut er ikki sloppin undan. Serliga er tað misnýtslutrupulleikarnir og tey mongu ungu, sum taka seg sjálvi av døgum, sum kastar skuggar yvir gerandisdagin hjá nógvum av íbúgvunum í býnum.
- Tey kenna tað ómetaliga niðurbrótandi hvørja ferð, tað hendir, og sjálvt um tey vanliga síggja deyðan sum ein nátúrligan part av lívinum, so fara tey ongantíð at góðtaka hesar meiningsleysu sorgarleikirnar. Tað er ikki so ringt at skilja, at tey halda tað vera sera trupult at tosa um tað, sigur Lena, sum kortini heldur, at fólk nú byrja at vera eitt sindur meir opin um trupulleikarnar. 
Lena heldur tað vera ringt at siga, hvør orsøkin til sosialu trupulleikarnir í eini bygd, sum Paamiut, eru. Men hon ivast ikki í, at stóru flytingarnar frá teimum smáu bygdunum í 60num og 70unum til býin hevur gjørt sítt til. Fyri nógv hevur hetta havt sera stórar mentanarligar og sosialar broytingar við sær, og tað sæst enn í gerandisdegnum. Eitt tað ringasta hjá teimum eldru, sum hava verið noydd at flyta, er til dømis ikki at búgva tætt við kirkjugarðin, har teirra kæru liggja grivin. Og tað er jú slíkt, sum vit onnur ikki rættiliga skilja, greiðir Lena frá.
Dótturin flytur til Klaksvíkar
Orsøkin til at Lena er heima í Føroyum í løtuni er, at 15 ára gamla dótturin Elin fyribils hevur gjørt av taka fyrru helvt av 9. flokki á skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Og um alt gongur eftir ætlan, vónar hon at gera seg lidnan við fólkaskúlan í Føroyum. Hetta kemst als ikki av, at Elin ikki trívist í Paamiut, men nú hon gongur í framhaldsdeild, kundi hon hugsað sær at havt fleiri lærugreinir at velja ímillum enn tær, skúlin har kann bjóða.
- Læraratørvurin í Grønlandi er stórur, og tað byrjar av álvara at merkjast, tá tú kemur í teir hægru flokkarnar. Til dømis eru øll tey kreativu og kunningarfakini tikin av tímatalvuni, tí ongir lærarar eru til tey fakini, sigur Elin, sum sjálvandi eisini tosar flótandi grønlendskt. Hon hevur ikki enn tikið støðu til, hvørja útbúgving hon ætlar at taka seinni, men tað er í hvussu er altíð stórur eftirspurningur eftir útbúnum fólki, ið tosa grønlendskt og danskt.
- Vit hava nógvar góðar danskar lærarar, men trupulleikin er, at nógvir av teimum ikki skilja grønlendskt, og at nógv grønlendsk børn ikki skilja danskt, sigur Elin, sum javnan hevur virkað sum tulkur millum lærarar og næmingar í sínum flokki.
Upp til Elina at velja
Elin heldur tað vera sera spennandi at byrja í einum føroyskum skúlaflokki. Fleiri av næmingunum kennir hon frammanundan frá sínum mongu summarferium, har hon eisini hevur fingið nógvar vinir millum tey ungu í brøðrasamkomuni í Klaksvík. Og har fer hon uttan iva at brúka ein stóran part av síni frítíð.
- Og so hopi eg eisini at finna eitt borðtennisfelag í Føroyum, sum eg kann gerast limur í. Eg havi spælt nógv borðtennis í Paamiut, men tað letur ikki til at tað er møguligt at finna eitt felag her í Klaksvík. Men hvør veit, kanska eg kann vera við til at seta okurt í gongd, smílist Elin, sum tó væntar, at hon fer at sakna familjuna nógv, nú hon skal búgva í Føroyum næsta hálva árið.
- Tað hendir kanska ikki altíð so nógv í Paamiut, og tí kemur familjulívið at fylla nógv í gerandisdegnum, so tað verður eitt sindur løgi ikki at hava foreldrini og beiggjarnar rundan um meg, sigur Elin og hyggur uppá mammuna.
Lena nikkar, og ivast heldur ikki í, at tey fara at leingast illa. Hinvegin heldur hon eisini, at hetta er ein frálíkur møguleiki hjá Elini at koma at kenna landið, har hon hevur sínar røtur, so hon sjálv betri verður før fyri at velja, hvar hon ætlar at búgva í framtíðini.
- Á ein hátt valdu vit jú fyri Elina og synirnir hjá okkum, tá vit búsettu okkum í Grønlandi. Nú er Elin nóg stór til sjálv at velja, og tann møguleikan vil eg fegin geva henni, sigur Lena, sum sjálv fer aftur til Grønland í næsta mánað.
 
Fakta
· Paamiut ? danska navnið er Frederikshåb
· Ein av elstu búsetingunum í Grønlandi (1742)
· Liggur umgyrdur av fjøllum uml. 200 fjórðingar sunnanfyri høvuðsstaðin Nuuk, beint við munnan á fjørðinum Kuannersooq. Navnið Paamiut merkir ?Tey, sum búgva við munnan?
· 1800 íbúgvar, umframt 200 í bygdini Arsuk, sum eisini hoyrir til kommununa.
· Skúlar: Fólkaskúli, og sjómanns/fiskivinnuskúli og grundskúli til ymsar yrkisútbúgvingar
· Annað: Sjúkrahús, býráðshús, kirkja, lokal útvarps- og sjónvarpsstøð,  bústovnur fyri brekað, barnagarður, forngripasavn, handlar, gistingarhús, 
· Høvuðsvinnan er fiskivinna og krabbaveiða.
· Havið runt um er fiskaríkt, og flestu hvalasløg eru at síggja, so sum sildrekar, finnhvalir, mastrarhvalir og kúlubøkur.