Johan Mortensen

Tað er ein sannroynd, at tað er fiskimaðurin á Munkagrunninum og flakakvinnan á Kósini, sum skapa tey sonnu virðini í hesum landi, og sum vit øll onnur njóta gott av.

Vit eru fiskivinnutjóðin Føroyar. 98 % av okkara útflutningi er fiskur. Ogn alra føroyinga. Tað verður sagt, at fiskurin heldur hesum landi uppi, og at fiskivinnan er álit okkara. Sambært hagtølunum hava vit tó ikki meira enn 3.000 fiskimenn. Stríðið hjá hesum monnum útvegar 2000 fólkum á fiskavirkjum arbeiði og megna hesir bólkar í felag eitt útflutningsvirði yvir 2 MIA. Hvørki á tingi ella í landsstýrinum er ídag nakar aktivur fiskimaður.

Fiskimenn fáa ein skattalætta uppá 15 % av brutto.

Í seinastuni hevur sjónvarpið roynt at sáa iva um henda skattafrádrátt og nú mælir eisini Búskaparráðið til at avtaka henda frádrátt. Hví ? má ein spyrja.

Lat meg verða tann fyrsti at siga, at hesin frádráttur er okkara fiskimonnum so hjartaliga uppiborin. Hann átti at verið størri um nakað. Vit eru øll eins fyri Guði, men tó er munur á monnum. Ein fiskimaður er meira verdur fyri føroyska samfelagið enn vit skrivstovukalar í Havn, undirritaði íroknaður.

Tað hevði verið rættvíst, at eisini flakakvinnan og tey sum starvast á fiskavirkjunum fingu ein skattalætta fyri teirra mangan strævna arbeiði.

Tað er ein sannroynd, at tað er fiskimaðurin á Munkagrunninum og flakakvinnan á Kósini, sum skapa tey sonnu virðini í hesum landi og sum vit øll onnur njóta gott av.

Táttast skal í búskapin verður sagt, javel. Um tú fer heim á Sand, norður til Klaksvíkar, suður á Tvøroyri ella vestur til Sørvágs so sær tú ikki nakað marglæti ella yvirhitaðan búskap. Dagliga lívið hjá fólki á hesum plássum er tengt at, hvat havið gevur. Her er ikki neyðugt við nakrari dogmatiskari, tvangsneurotiskari búskaparspeki. Hevur tað hepnast væl á hesum plássum so at fólk fáa ráð at keypa sær ein nýggjan bil, eitt surround ljóðtól, ella ein maður hevur hug at fara við konu og børnum til Gran Canaria, so er hetta ikki yvirforbrúk, men ein partur av lívsvirðunum og nøgdseminum.

Um nakað er galið, so er tað í Havnini. Eitt pláss, sum so at siga onga framleiðslu hevur og kortini heldur veitslu hvønn dag. Har menn við risalønum mæla vanligum fólki til afturhald og aðrir spinna gull av at selja dubiøs fiskiloyvir fleiri ferðir. Har børn nærum fara at gráta um tey síggja ein arbeiðsmann í ketildrakt, tey halda hetta er eitt trøll, von sum tey eru við at síggja páparnar í slipsi ! Hví verður onki gjørt at tálma í miðstaðarøkinum sum td., at latið 50 % av almennu stovnunum út á bygdirnar. Ella hvat við at krevja bummgjald av bilum sum skulu til Tórshavn ?

Føroyski búskapurin er ikki yvirhitaður. At tað onki arbeiðsloysi er í løtuni kann ein bert frøðast yvir. Hetta kann so skjótt broytast. Tað er rætt at minka bæði persónligan skatt og partafelagsskattin sum núverandi landsstýri hevur sett sær fyri. Eg dugi ikki at síggja, at ein skal verða so bangin fyri, um meira gongd kemur á búskapin. Lat búskapin sætta sær sjálvum og latið fólk umsita sín pening sum tey vilja. Privatiserið øll almenn feløg líka frá Strandferðsluni til Atlantic Airways. Við størri privatisering ber til aftur at fáa størri trivnað í samfelagið og eitt professionlt fjøltáttað vinnulív. Kanska ein føroyskur Bill Gates er ikki so langt burtur.

Í sambandi við vinnulívið má sigast, at her sæst syndarliga lítið til føroyskar kvinnur. Høvuðsvinna okkara anno 2000 hevur ikki ein kvinnuligan forstjóra ella kvinnu við egnari fyritøku. Heldur ikki er ein kvinnuligir reiðari í landinum. Tað er næstan bert við reinskeriborðið, at tú sær føroysku kvinnuna.

Í grannalondum okkara eru allastaðni kvinnuligir stjórar og kvinnur við egnum virki. Ikki er gott at vita, hví tað er so er galið her á landi? Vit hava ongantíð áður havt so væl skúlaðar kvinnur. Eru føroysk mannfólk so kvinnukúgandi, at tey síggja konufólk sum ein kappingarneyta heldur enn ein starvsfelaga á jøvnum føti? Gongur tað manliga stoltleikanum ov nær at hava ein kvinnuligan stjóra? Ella hava føroyskar kvinnur ov lágt ambitiónsniveau?

Vit hava javnstøðulóg, og kortini hevur almenni peningastovnurin Føroya Banki ikki ein kvinnuligan nevndarlim ! Hugaligari er, at Framtaksgrunnurin hevur tvær kvinnur í nevndini.

Yvirhøvur er semja um at konufólk á flestu økjum eru munandi betri leiðarar enn menn. Tað er lítið at ivast í, at tað hevði gagnað okkara vinnulívi almikið við fleiri kvinnuligum stjórum, leiðarum og nevndarformonnum.

Ein kann so sjálvandi spyrja um okkara høvuðsvinna ella føroyskt vinnulív yvirhøvur er nóg attraktivt hjá konufólki, og um persónlig menning, lønarviðurskifti og víðari útbúgving er ílagi ? Hetta er ein viðkomandi spurningur.

Tíanverri er nógv, sum bendir á, at føroyskur ungdómur yvirhøvur ikki hevur stóran áhuga fyri vinnulívi og at seta á stovn egið virki. Tað er sjálvandi meira áhugavert og ómakaleyst at fáa sær eitt akademiskt heiti og ein fulltrúasess við góðari eftirløn, og hvør kann brigsla einum ungum at hann vil virka undir tryggum korum ? Tað er sera torført at at byrja á berum og kanska áttu peningastovnanir at havt eina lagaligari, stimbrandi, skipan tá tosan er um ungar ígongdsetarar ? Ella hvat var meira nærliggjandi enn, at Vinnumálastýrið formuleraði tiltøk at stuðla ungan kreativum fólki, tey tróta so ikki.

Heldur ikki í føroyskum politikki sæst ov nógv til okkara kvinnur. Fullveldið stendur fyri framman, men tað sær ikki út til, at tað hevur áhugan hjá okkara kvinnum, so tigandi tær eru um hetta álvarsmál. Kvinnuligir bygdaráðsformenn kunnu teljast á einari hond, og ongin kvinnuligur floksformaður á tingi.

Føroyska vinnulívið og føroyskur politikkur sakna í stóran mun aktiv konufólk.

Speak up, baby!V