Tað eru ikki bara tey ríku og fínu, sum spæla golf. Tvørtur ímóti er golf so nógv meiri enn bara ein ítróttur. Tað er eisini ein ferðafólkamagnet
Tað halda tey í Tórshavnar Býráð og tí hava tey nú sett sær fyri at blása lív aftur í gomlu ætlanina um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi.
Tórshavnar býráð arbeiddi í nógv ár við eini ætlan um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi. Tað var ein rættiliga forkromað ætlan við einum fullfíggjaðan golfvølli við 18 holum og øllum hentleikum, sum annars hoyra til, og hann kostaði onkustaðni omanfyri 50 milliónir.
Men tann ætlanin datt niðurfyri, tí semja fekst ongantíð við festaran um lendi.
Nú hevur býráðið sett sær fyri at taka arbeiðið upp aftur, men hesa ferð er talan um ein munandi minni golfvøll við níggju holum, sum er munandi meiri veruleikakendur at fáa gjørdan. Tað er ein ætlan, sum kostar 27 milliónir og endamálið er at hann skal vera liðugur í 2022. Tá skal so støða takast til um hildið verður fram at gera níggju hol afturat.
Men samstundis sum golfvøllurin skal gerast, eru tey samd um at útvega ein golfsimulator við tí endamáli at lokka fleiri at spæla golf, tí við einum simulatori kunnu børn og vaksin vera innandura og læra seg at spæla.
Men býráðslimir halda, at golfvøllur hevur ikki bara týdning fyri ítróttin, tí hann skal eisini brúkast til at lokka ferðafólk til Havnar.
– Golf er ikki bara ein ítróttur fyri yvirstættina. Tvørtur ímóti er tað av álvara vorðin ein fólksligur ítróttur, ið høg sum lág savnast um, sigur Gunvør Balle, sum er forkvinna i mentanarnendin hjá býráðnum.
Aðrastaðni vísir tað seg, at golf er ein ítróttur, sum skapar trivnað so tað munar, samstundis sum tað hevur stóran týdning fyri fólkaheilsuna, tí fólk røra seg.
Og tað væntar hon eisini, verður gongdin í Føroyum, fáa vit ein golfvøll her.
Hon vísir eisini á, at golf hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí aðrastaðni hava tey eina rættiliga golfferðavinnu burturav.
Í býráðnum varð ført fram, at vøllir við níggju holum eru púra vanligir, og teir eru altjóða góðkendir til kappingar. Og tey vistu eisini, at eitt tað fyrsta, ferðafólk fregnast eftir, tá ið tey koma higar, tað er nettupp einum golfvølli.
Og tá ið avtornaði, er hetta nú einmælt samtykt í býráðnum.